Lumpaður

Undir einum álopi á landi, mátti verjan halda undan og fara yvir eina stóra á. Teir brutu allar brýr, tóku allar bátar við sær og settu tjøld síni upp hinumegin. So kundu teir hvíla seg eitt sindur. 

Fíggindin helt krígsfund, og um kvøldið svam ein av teimum djarvastu og sterkastu monnunum yvir um ánna. Hin besti bogaskjótarin skeyt ein píl yvirum, og í pílinum var ein sterkur endi bundin. Krígsmaðurin hálaði endan yvirum. Í hesum endanum var bundin eitt sterkari reip og til endans eitt heilt sterkt.  
Við hjálp af hesum reipinum kundu teir koma yvir um við tilfari og fleiri reipum. Skjótt bygdu teir í tøgn eina einfalda heingibrúgv, og meðan verjan svav trygg, kom allur herurin yvir og hertók alt landið. 

Guðs ord sigur okkum, at Sátan førir snild álop ímóti okkum. Fyri at vinna ein ungan trúgvandi, skjýtur hann fyrst ein píl inn í hjartað. Tað er ein lítil tanki: tað man ikki fara at bila við einum sindri av snýti, eini lítlari lygn, tá ið eingin veit av tí. Um ein slíkur tanki fær rúm, hevur hann altíð fleiri líknandi við sær inn í hjartað. Tað man ikke vera nakar ungur, sum veruliga kundi hugsað sær at givið seg yvir til Sátan. Men mong eru lumpað, tí tey ikki ansaðu eftir Sátans lúnsku pílum, teimum smáu freistingunum í huganum. 

LES EISINI  Fjallatúrur niðan á Borgarin á Kalsoy og stutt andakt

Hvussu skal ein veikur ungdómur standa seg ímóti einum so vandamiklum og snildum fígginda, sum Sátani sjálvum? Jú, Guð vil hjálpa okkum at lumpa hann, so at vit eru á varðhaldi. Tí sigur Guð við okkum: Latið tykkum í øll herklæði Guðs, so at tit kunnu vera førir fyri at standa ímót sniðlopum djevulsins. (Ef. 6:11) 


S. Berthelsen týddi eftir E. Ruud. Andaktin stóð fyrstuferð á prenti í Trúboðanum í januar 1997 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina