Lutherkvøld á Argjum

Nú 500 ár eru liðin, síðan Martin Luther setti tær 95 tesurnar á kirkjuhurðina í Wittenberg í Eysturtýsklandi, verða gjøgnum árið sjey kvøld um lív Luthers, læru og ávirkan hansara í samtíð og eftirtíð, í Kirkju- og missiónshúsinum á Argjum.

Byrjað verður sunnudagin 15. januar. Bergur Debes Joensen, prestur, fer at borðreiða við nøkrum brellbitum: Martin Luther í orðum og myndum.

Hann fer at lýsa støðuna í katólsku kirkjuni, hví reformatiónin kom, og virksemi og týdning Martin Luthers.

Næsta kvøldið verður sunnudagin 19. februar. Tá undirvísir Derhard Jógvansson, prestur, um tríeindina, hvussu Luther lýsir tríeindina, sum vit hvønn sunnudag í kirkjuni játta trúnna á, og hvønn týdning hetta hevur fyri okkara gudsbarnatrúgv eisini í dag!

Triðja kvøldið verður sunnudagin 19. mars. Hetta kvøldið fer Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, at tosa um evnið: Guds krav og Guds gáva. Eitt evni, sum okkum tørvar at greiða, um vit skulu liva eitt heilsugott trúarlív. Hvat krevur Gud av mær, og hvat gevur hann? 

Fjórða kvøldið verður sunnudagin 2. apríl. Tá umrøður Pól Johannesen, trúboðari, evnið: Øll eru prestar – ella: Tað almenna prestadømið. Mótsatt tí katólsku kirkjuni lærdi Luther samsvarandi Guds orði, at ein og hvør ikki bara átti at kunna lesa Bíbliuna sjálvur, men eisini, at eitthvørt Guds barn í orði ella gerð var vitni fyri Harran. Hvørjar fylgjur fekk hetta?

Í heyst verða ætlandi trý Lutherkvøld, sum enn ikki eru liðugt fyrireikað.

Kvøldini byrja klokkan 17.00. Tíð verður til samtalu og spurningar, og eisini verður ein drekkamuður.

Hjartaliga vælkomin í Kirkju- og missiónshúsið á Argjum!