– Mær dámar væl, men hetta verður neyvan mítt lívsstarv
– Eg havi siglt við Arctic Viking í eitt gott ár, og mær dámar væl lívið og arbeiðið umborð, men hetta verður neyvan mítt lívsstarv. Tað sigur 21 ára gamla Sára Arabo av Oyrarreingjum.
– Tá eg var liðug við fólkaskúlan, fór eg á Fiskivinnuskúlan í Vestmanna, har eg gekk í trý ár.
Mær hevur altíð dámað at rokast og at gera ting, onnur halda, eg ikki klári.
Tí helt eg tað vera spennandi og avbjóðandi at royna sjólívið, tá skúlin var liðugur, sigur Sára.
– Eg sigli við sum dekkari og geri alt arbeiði, sum dekkararnir gera. Eg eri á dekkinum, tá vit hála, og tá trolið fer útaftur. Skal arbeiðast uppá trol, ja, so geri eg tað eisini. Tá vit hagreiða rækjurnar, eri eg í lastini, har eg leggi rækjueskjurnar uppá pláss. Vit arbeiða í seks tímar og hava so frí í seks tímar, sigur hon.
– Eg eri ikki líka sterk og roynd sum fleiri av monnunum, sum sigla við, men eg vil gera tað arbeiðið, eg skal, og geri tað á mín hátt, um tað viðhvørt tekur eitt sindur longri tíð. Hóast bæði mál og útsjónd avdúka, at eg eri kvinna, so kenni eg meg sum ein natúrligan part av manningini og verði vird sum tað. Tí skal eg eisini gera sama arbeiðið sum hinir dekkararnir. Men skal okkurt vaskast, so halda fleiri, at eg dugi betur enn teir. Tað havi eg sum so einki ímóti, hóast eg ikki eri vaskikona umborð, tí so veit eg, at tað verður vaskað ordiliga, sigur Sára og flennir.
– Vit hava roynt bæði við Svaldbard og eysturi í Barentshavinum. Tað hevur verið spennandi, eisini at fiska í ísi. Tað larmaði illa, til eg líkasum vandi meg við larmin. Nú fara vit til Eysturgrønlands at royna, og tað gleði eg meg til, sigur Sára Arabo.
– Eg havi ikki verið umborð á jólum, men fyrsta túrin, eg fór við, var millum jóla og nýggjárs. Tá høvdu vit eina góða “jólaløtu” nýggjársaftan við góðum mati, sangi og jólapakkum frá sjómanskvinnuringunum. Eg fekk ein pakka við lekrum ullintum hosum og einum pakka av bommum. Hosurnar vóru tíverri nøkur nummur ov stórar, so eg og ein av monnunum býttu um. Hann fekk hosurnar, og eg fekk shampo frá honum, sum hann hevði fingið, sigur Sára.
Manningin hevur sítt egna kamar, og tað er deiligt, tí so kann hon eisini vera fyri seg sjálva.
Sára veit ikki, hvussu leingi hon ætlar at sigla, men roknar við at sigla, til hon finnur útav, hvat hon skal lesa víðari, sigur hon.
Sáru, manningini á Arctic Viking og sjófólkunum annars, verður ynskt Guds signing og varðveitsla.