Mammur við barn magna hjartaslátturin hjá óføddu børnunum

Í seinastu viku varð fyri 15. ferð skipað fyri “Walk for Life” í San Francisco í California í USA. Endamálið við hesi árligu gonguni er at “broyta hugsanarháttin hjá einum samfelagi, sum heldur, at fosturtøka er eitt svar”, tá tað í roynd og veru “fremur harðskap móti kvinnum og børnum teirra, bæði likamliga og kensluliga”, siga fyriskipararnir. Við gonguni vilja tey royna at fáa samband við kvinnur, sum eru skaddar av fosturtøku, og “upplýsa samfelagið um skaðan, sum fosturtøkur gera á kvinnur”. Tveir av talarunum vóru kvinnur, sum fyrr hava arbeitt fyri Planned Parenthood, men sum nú eru virknar ímóti fosturtøku.

Tann minniligasta løtan var tó, tá sjey kvinnur við barn fóru á pallin og hildu hvør síni mikrofon móti búkinum, so hjartaslátturin hjá óføddu børnum teirra hoyrdist í megafon.

 

Kelda: Life Site News

LES EISINI  Seks hættir at vísa virðing fyri mannalívinum   
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina