Manna: Seinasti møguleikin at vitja Pop up handilin

Seinastu vikuna hevur bókahandilin hjá Heimamissiónini, manna.fo, havt ein Pop up handil á Heiðavegi 32 í Saltangará.

Í dag, mikudagin, er seinasti dagur at handilin er opin í Saltangará. Opið er frá kl. 13 til kl. 17.

Støkk inná gólvið og keyp eina góða bók – antin til tín sjálvs ella eina góða jólagávu. Í handlinum eru hópin av góðum bókum til øll í øllum aldri. Millum annað er nýggja bókin Forfulgt í Iran, sum nýliga er komin út.

Um ikki liggur fyri at vitja handilin á Heiðavegi, so ber til at fara inná nethandilin manna.fo

LES EISINI  Manna: Opið heilt til leygardagin
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina