Maria var volontør í Grønlandi: Avbjóðandi og nógvar upplivingar

Ein, sum hevur verið sum volontør í Grønlandi er Maria Husted Langgaard. Hon er úr Danmark, men er gift við Remi Langgaard, og búgva tey á Toftum. Í 2013 var hon sjey mánaðir í Grønlandi sum voluntør.

– Teir fyrstu 6 mánaðirnar var eg í Sisimiut og tann seinasta mánaðin var eg á einum lítlum sjómansheimi í Qarqortoq (í Suðurgrønlandi). Vit vóru fýra voluntørar í alt. Arbeiðsuppgávurnar vóru ymiskar – standa í caféteria, hjálpa til í køkinum, sita í móttøkuni og at vaska kømrini. Harumframt vóru tað eisini nakrar aðrar arbeiðsuppgávur – t.d at avheinta gestir á flogvøllinum, keypa inn o.a. Tað var eisini sett tíð av í arbeiðstíðini til at fara oman á kajina við kaffi og kakum og fáa eitt prát við tey, sum vóru har. Hvønn morgun hvødu vit andakt saman við hinum starvsfólkunum á sjómansheiminum. Tí stóðu volontørarnir og leiðaraparið skiftivís fyri, sigur Maria

Í frítíðini brúktu tey nógva tíð í náttúruni, og upplivdu Grønland.

– Í frítíðini brúktu vit tíð úti í náttúruni t.d fjallatúrar, túrar á kavaskutara, túrar á hundasleðu og sjálvandi hugna saman á sjómansheiminum. Hvønn sunnudag møttust vit við nøkrum øðrum kristnum familjum í býnum, har vit bóðu, sungu, høvdu andakt og hugnaðu okkum.

LES EISINI  Góð missiónsferð hjá Grønlandstoyminum

Leiðaraparið, sum var har tá, vóru góð til at fáa okkum við. Tey vóru opin fyri nýggjum hugskotum og vóru góð til at brúka okkara førleikar. Tey høvdu stórt fokus á bæði at reka eitt hotel, men eisini missión. Móti endanum av tíðini hjá mær byrjaðu vit at fara á barnaheimið og ellisheimið í Sisimiut og skipa fyri ymsum tiltøkum har, fortelur Maria

Áhugin byrjaði á Børkop

Áðrenn hon fór til Grønlands var hon á bíbliuskúla í Børkop, og gjørdist hon varug við møguleikan at fara til Grønlands sum volontør.

– Eg gekk á IMB (Bíbliuskúlin í Børkop) og tosaði við ein vin frá skúlanum, sum segði at hann skuldi á sjómansheimið í Grønlandi sum volontør í nakrar mánaðir. Hann segði eisini, at tað eitt pláss júst varð bivið tókt. Eg visti ikki hvat eg skuldi eftir tíðini á bíbliuskúlanum, og sá møguleikan at søkja. Eg havi áður arbeitt á einum hotelli í Norra og helt, at eg hevði nakað at geva har ift. tær praktisku arbeiðsuppgávurnar, sum eru á einum hotelli. At tað so var í Grønlandi og var ein partur av einum missiónsarbeiði gjørdi tað bara meira spennandi og meiningsfult.

LES EISINI  Jesus við umborð

Og Maria vil viðmæla øllum at fara til Grønlands, sum volontør.

– Eg vil heilt sikkurt viðmæla øðrum at verða volontør á sjómansheiminum í Grønlandi. Tað er ein góður møguleiki at brúka tey evnir, sum man longu hevur, men eisini at verða avbjóðaður og knýta nýggj vinarbond. Persónliga, so standa stóru nátturúrupplivingarnar sum t.d norðlýsið, ísfjøll og hvalir heilt klárt , sum nakað eg minnist aftur á. Harumframt var tað ein góður møguleiki, men eisini ein stór avbjóðing at skula boða evangeliið. Løturnar á kajini, har vit møttu fólkum og tær dagligu andaktirnar á sjómansheiminum kundu verða avbjóðandi, tí tað oftasta vóru fólk, sum ikki høvdu tikið støðu ella fyrihildu seg til trúnna. Tað gav eina góða orsøk til sjálv at reflektera, sigur Maria at enda.

Nýtt samstarv millum føroysku og donsku sjómansmissiónina

Endamálið er at fáa føroyskar volontørar til Grøndlands.

Kári Henriksen, sum er formaður fyri Landstoyminum hjá Føroysku sjómansmissiónini sigur, at tey vóna at áhugin fyri Grønlandi millum trúgvandi føroyingar økist.

LES EISINI  Peruarar við bryggju í Hvalvík: Fegnir fyri bílig klæðir

– ISM (Indenlandsk Sømandsmission) hevur í mong ár sent volontørar til Grønlands, og hetta ynskja vit at gerast ein partur av. Sjómansmissionin hevur í meir enn 10 ár sent eitt toymi á hvørjum ári til grønlands og síggja vit Grønland sum eitt av okkara arbeiðsumráðum. Við at senda volontørar til Grønlands so ynskja vit at ung sleppa at uppliva Grønland og at áhugin millum trúgvandi føroyingar fyri grønlandi økist. Føroyingar søkja um pláss og koma so til eina samrøðu fyrst í Føroyum og so við DSM umvegis netið. Eitt pláss er sett av til ein føroying á sjómansheiminum í Nuuk, greiðir Kári frá.

Kári vónar at føroyingar vilja fara sum voluntør til Grønlands

– DSM eru sera spent at fáa føroyingar at koma til Grønlands og eru glað at hetta samstarv er komi í lag. Tætt samband er millum Føroyar og Grønland, men vit vita ikki um nakran føroying sum hevur verið voluntørur í Grønlandi, sigur Kári at enda

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina