Marknaðardagur á Eiði

Í morgin, leygardagin 11. september, verður marknaðardagur fyri missiónshúsið Karmel á Eiði.
Tiltakið byrjar kl 11 í kirkjuni, har Jónhard Jógvansson, prestur, hevur eina andakt og menn úr Klaksvík syngja. Eftir tað er ymiskt á skránni, sum tú kanst síggja niðanfyri:

  • Kl 11:00 Andakt í kirkjuni við Jónhard Jógvansson, prestur. Menn úr Klaksvík syngja.
  • Kl 11:45 Lutaseðlar verða seldir í Hólmahúsinum.
  • Kl 11:45 Ítriv fyri børn í Karmel.
  • Kl 12:30 Bíbliasøgu og sangløta.
  • Kl 13:15 Døgurði í Hólmahúsinum, kostnaður kr 30,-
  • Kl 14:00 Tombola, fiskibrunnur og uppboðssøla í Hólmahúsinum.
  • Kl 14:45 Kaffi, lagkøka, vaflur og rómi verða til keyps.
  • Kl 15:00 Ólavur Jacobsen, trúboðaru o.o. sangløta.
  • Kl 15:45 Lutaseðlarnir verða trektir.
  • Kl 16:00 Filmur og poppkorn fyri børn í skúlaaldri í Karmel

LES EISINI  Missiónshúsið Karmel á Eiði 85 ár: Sjómansmøti og føðingardagur leygarkvøldið
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina