Meðan vit bíða
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Adventstíðin er byrjað. Fyri ordans skyld siga vit við hvør annan, at advent merkir ‘koma’, tí vit bíða eftir Harrans komu, sum vit hátíðarhalda á jólum. Sostatt er adventin upprunaliga ein føstutíð, ein bíðitíð í spenningi og væntan.
Men tað er lítið eftir av hesi bíðitíð. Tí byrja jólini nú á døgum ikki longu samstundis sum bíðitíðin á mangan hátt? Eg hugsi ikki so nógv um tað at pynta til jóla, sum summi halda verður gjørt heldur tíðliga, meðan onnur halda, at tað er kærkomið við eitt sindur av eyka ljósi og hugna ársins myrkastu tíð. Eg hugsi meira um allan grammleikan, sum vit geva til kennar hesa ársins tíð. Vit fylla okkum við góðgæti og hátíðarmati ein mánað fyri hátíðina, tí kalendarin er á tremur við alskyns jólatiltøkum. Mong børn (og summi vaksin) fáa pakkar dagliga ella javnan fram til jóla. Mangt av hesum er hugnaligt, men er kanska eisini tekin um, at okkara ættarlið ikki hevur tíð at bíða; vit vilja hava alt – og tað skal vera her og nú.
Eisini er tað talandi at síggja neyð og ovurnøgd hvørt um annað á Facebook. Tíðindi frá neyðstøddum menniskjum mangastaðni kring heimin. Ella myndir frá hjálparfelagsskapum, sum royna at lætta um í ófatiliga stóru neyðini í Sýria og Irak og grannalondum teirra. Alt hetta blandað við eina langari røð av flottum jólagávutilboðum og kappingum um stórar vinningar, har vit skulu “dáma og deila” fyri at vera við.
Nýggjasta hugtakið “Black Friday” tykist í so máta bara at strika undir tann veruleikan, at so hvørt vit meira og meira gloyma, hví vit halda jól, jú meira verður gjørt burturúr tí ytra glansinum. Á hesum degi er ikki óvanligt, eitt nú í Bretlandi, at løgreglan má leggja uppí, tí kundar fara til hendurs um bestu tilboðini í einum handli.
Onkur hugsar óivað, at hetta bara er knarr og konservatisma. Kanska er tað sjálvpínandi grenjið, sum altíð ger um seg hesa ársins tíð, okkurt slag av avláti, tí vit innast inni hava samvitskubit um okkara ovurstóru nýtslu í desember.
Tað er eisini bláoygt at fyrigykla sær, at til ber at spola tíðina aftur, og tað hevði neyvan altíð verið tað rætta heldur. Men vit hava tó tørv á at minna okkum sjálv á, hvat jólini og tí eisini bíðitíðin snúgva seg um. Um vit væl at merkja seta jólini í samband við kristna jólaboðskapin.
Jólaboðskapurin snýr seg nevniliga fyrst og fremst um at geva, ikki krevja og ynskja og fáa. Tí Gud gav okkum tað dýrasta, hann átti. Í eini sannari gávu liggur hvørki løn fyri avrik, krav, rættindi, ella ynski um at fáa okkurt afturfyri.
Tí bjóðar jólaboðskapurin alsamt vaksandi materialismuni av. Og hinvegin er tað júst materialisman, sum fær okkum at gloyma jólaboðskapin.
Sonn jól eru, har vit í takksemi og gleði og nøgdsemi fyri hesa ófatiliga stóru gávu geva næsta okkara burturav øllum teimum Guds gávum, sum vit hvønn dag fáa – óuppiborið, av hansara góðsku og náði. Tað áttu vit eisini at havt í huga, meðan vit bíða.
Øssur Kjølbro