Meinigheitshúsið í Havn nýggja heimasíðu
Fyrr í mánaðinum fekk Meinigheitshúsið í Havn eina nýggja og snotuliga heimasíðu.
– Tað er týdningarmikið fyri okkum at hava eina nýggja og vælvirkandi heimasíðu fyri at kunna betri um virksemi í húsinum. Gamla síðan var gomul og trongdi til at dagførast, sigur Jákup Justinussen, næstformaður í stýrinum hjá Meinigheitshúsinum í Havn.
Á heimasíðini er yvirlit yvir skránna hjá Meinigheitshúsinum umframt at til ber at lesa um tað nógva virksemi, sum er í húsinum. Eisini liggur ymiskt tilfar tøkt – m.a talur frá møtum.
Til ber at vitja heimasíðina á meinigheit.fo