”Men Gud greb ind” 6. partur – Høgni Poulsen
Í poddvarpsrøðini Men Gud greb ind hoyra vit eina røð av vitnisburðum, sum nakrir føroyingar skrivaði í 1960. Í hesum broti greiðir Høgni Poulsen prestur í Havn frá, hvussu Gud veitti honum frið í dópinsins náði
Árið er 1960. Vekingarrørslurnar í Danmark vóru á veg inn í eitt nýtt tíðarskeið, har persónligi vitnisburðurin ikki hevði so stóran týdning longur. Í Føroyum var øðrvísi. Vekingarrørslan her var nýggjari, og fleiri av fyrstu missiónsfólkunum livdu framvegis.
Tíðin var komin til, at føroysk missiónsfólk skuldu bera vitnisburðin um sín frelsara aftur til Danmarkar og Indre Missión, haðani tey upprunaliga høvdu fingið so nógvan íblástur. Fleiri meira og minni kend føroysk valafólk vórðu biðin um at skriva sín vitnisburð undir yvirskriftini “Men Gud greb ind”. Vitnisburðarnir vórðu savnaðir í eina bók, og forlagið Lohse gav bókina út.
Nú gevur Trúboðin bókina út sum Podcast á hesi síðu.
Carsten Fonsdal Mikkelsen, trúboðari, lesur úr bókini.