Messi, Modrić og Mín søga

Snorri Brend

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Tú stúrsar helst við av hesi yvirskriftini. Hvat gongur nú hetta út uppá – tveir fótbóltssnillingar og ein, sum ikki so frægt sum hevur spælt ein einasta dyst á nøkrum fótbóltsvølli. Hvat er so felags fyri allar hesar tríggjar? Hvat er meiningin við yvirskriftini?Hvar finst svarið?
So løgið tað ljóðar finst svarið í einum kamari á eini summarlegu í Nesvík fyri fýra árum síðani.

TATOVERINGIN HJÁ MESSI

Líka síðani eg var barn havi eg elskað at verið á legu – summarlegum, KFS-legum, skótalegum og Blákrosslegum. Tey fyrstu árini var eg vanligur luttakari, men tá eg var farin um tey 18 árini havi eg brúkt nógv vikuskifti og summarvikur sum leiðari á legum. Tað var júst tað, sum hendi hetta summarið 2018, tá heimsmeistarakappingin í fótbólti var fyriskipað, og eg var biðin sum leiðari í Nesvík.
Eg og ein ungur klaksvíksdrongur fingu eitt kamar, har teir flestu dreingirnir vóru úr Fuglafirði, sovítt eg minnist. Eg hevði verið leiðari fyrr og visti tí, at ein tann truplasta løtan sum leiðari er, tá dreingirnir skulu fáast at sova. TAÐ hava teir hvørki hug ella tíð til.
Men eg visti ráðini: Eg skuldi fortelja teimum eina søgu hvørt kvøld um ein persón ella eina fyrimynd, sum teir kendu eitt sindur til, í øllum førum á fótbóltsvøllinum, men ikki alt!

Messi

Eg googlaði eitt sindur um Messi úr Argentina, eitt sindur um Modrić úr Kroatia og eitt sindur um Neymar um Brasilia, fyri at taka tríggjar stjørnur burtur úr rúgvuni, og sum vóru nógv umtalaðar hetta summarið. Modrić var annar kosin sum besti leikarin í kappingini. Og so byrjaði summarlegan.
Dreingirnir, sum gingu í 6. og 7. flokki høvdu nógv energi, og nú songartíðin nærkaðist, var ringt at fáa frið í kamarinum. Men tá eg so nevndi, at eg ætlaði at fortelja teimum um hetjuna Messi, so fekk eg frið ta løtuna.
Eg byrjaði við at fortelja um hansara ótrúligu evnir við at spæla ein bólt – eg hevði sjálvur sæð hann spæla -, og hvønn týdning, hann hevði fyri fótbóltin í heimlandi sínum og ikki minst í FC Barcelona. So spurdi eg varisliga út í rúmið, um teir høvdu lagt merki til nakrar av tatoveringum hansara. Jú, onkur hevði lagt merki til, men tá eg so spurdi, um teir høvdu sæð, at hann hevði Jesus tatoveraðan á høgru øksl síni, – nei, tað høvdu teir ikki hugsað um. Hann hevur íalt 18 tatoveringar, men hendan, har hann so týðiliga sigur frá síni kristnu trúgv, sigur mær so nógv. Jú, hetta máttu teir heldur fara at hyggja eftir næstu ferð, teir hugdu eftir Argentina ella Barcelona.
Løtu seinni vóru allir sovnaðir.

Modric

100 % JESUS

Kvøldið eftir tók eg tráðin uppaftur, og tosaði um evnini hjá Luka Modrić. Vit kendu hann tá, sum ein klett hjá landsliði sínum og sum stríðsmaður á liðnum hjá Real Madrid.

This image has an empty alt attribute; its file name is Neymar-1.jpeg
Neymar

Eg fortaldi dreingjunum um borgarakríggið í Jugoslavia, har dreingir á hansara aldri ikki høvdu tað lætt, meðan bumburnar fullu í býunum, og har eingin kundi kenna seg tryggan í borgarakrígnum. Mitt millum kúlur, bumbur, ófrið, grannastríð gekk hesin lítli drongurin við einum bólti í hond, og sparkaði hann upp móti einum húsaveggi. Øll henda venjingin gjørdi hann til tann stóra fótbóltsspælaran, sum hann var tá, og framvegis er í felagi sínum.
Og so var næstseinasta kvøldið komið, tá eg tók upp enn eina andaliga/fótbóltsliga fyrimynd, Neymar og fortaldi um hansara barnaár, og legði serligan dent á hansara kristnu trúgv, ið hann ikki á nakran hátt skammast við. Eg vísti teimum á, at hann eisini hevur havt eitt pannuband við tekstinum ”100 prosent Jesus”. Hann smæddist ikki við at siga fótbóltsheiminum frá, hvønn hann hevði sett sítt álit á.
Tað var stuttligt at merkja, hvussu væl dreingirnir lurtaðu eftir søguni um hesar fótbóltshetjur sínar. Og mín bøn var áðrenn leguna, á sjálvari leguni og er tað enn, at teir allir mugu hava Jesus sum sína 100 prosent fyrimynd, júst sum í mínum lívi.

LES EISINI  Ítøkilig frálæra um at vitna um Jesus

OG ALLIR SOVNAÐU

Nú var seinasta kvøldið komið, og tá er ofta rokan í fjøruni og órógv á luttakarunum, tí nú skal tað seinasta røkkast, áðrenn leguluttakararnir fara hvør til sítt morgunin eftir. Ofta verður sitið seint uppi og roksað, tvætlað og hildin ófriður. Men soleiðis var ikki hetta seinasta kvøldið.
Eg hevði fyrireikað meg til at fortelja teimum um mítt egna andaliga lív og mína andaligu fyrimynd Jesus, og byrjaði tí at greiða frá hesum, eftir at vit høvdu havt okkara seinastu andakt og bønarløtu á summarleguni.
Men hvat hendi? Eg byrjaði at fortelja um míni barnaár í Reykjavík og í Havn, um mína konfirmasjón í mars 1973, men tá eg skuldi fortelja um mína umvending sama summar, vóru teir allir sovnaðir! Altso, ikki ein tann einasti teirra hoyrdu um løtuna, tá eg sum 14 ár gamal tók ímóti Jesusi í mínum hjarta á eini summarlegu heima á Sandi. Allir snorksvóvu, tá eg byrjaði at fortelja um tað! Restina av kvøldinum brúkti eg bara til at biðja fyri hvørjum einstøkum teirra. Gud hoyrir eisini bøn, meðan dreingirnir svóvu!

LES EISINI  Var vitni í gerandisdegnum...

Eg vóni bara, at eg við mínum orðum, mínum lívi og mínum verumáta kundi vísa teimum á Jesus, mín stóra fyrimynd. So var henda legan ikki til onga nyttu!



Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina