Messiasprofetiini
Eitt evni, sum vit her serliga eiga at gáa um, er tað, vit kalla messiasprofetiini í Bíbliuni. Vit hugsa her um, hvat Bíblian ítøkiliga sigur fór at henda: Ein Frelsari fór at koma í heimin! Og Gud lýsir gjølla, hvat fór at henda: Tíð, stað, ítøkiligar hendingar, hansara lív, hansara deyði og hansara uppreisn.
Eg vil fegin geva tær eitt yvirlit yvir nakað av tí, sum Gud hevði fráboðað fór at henda við Messiasi. So kanst tú sjálvur meta um: Gekk tað, sum Gud hevði sagt? Blaða upp á tey nevndu skriftorðini, og ger teg eitt sindur kendan við Bíbliunnar messiasprofetiir.
Profetiini finna vit í Gamla testamenti. Tey ganga út í Nýggja testamenti.
- Hann skuldi verða føddur í Betlehem. Mika 5,1
- Hann skuldi verða føddur av eini moyggj. Jesaja 7,14
- Hann skuldi verða føddur til ásetta tíð. Dánjal 9,25
- Hann skuldi verða tikin við til Egyptaland. Hósea 11,1
- Hann skuldi virka í Gallilea. Jesaja 9,1-2
- Hann skuldi verða vrakaður av sínum egnu. Sálmur 69,9
- Hann skuldi ríða inn í Jerusalem á einum asna. Zakarja 9,9
- Hann skuldi verða svikin av einum vini. Sálmur 41,10
- Hann skuldi verða svikin fyri 30 silvurpengar. Zakarja 11,12-13
- Hann skuldi verða sligin og áspýttur. Jesaja 50,6
- Hann skuldi verða viðfarin sum ein brotsmaður. Jesaja 53,12
- Hann skuldi líða og doyggja í annara stað. Jesaja 53,4-12
- Hansara hendur og føtur skuldu verða gjøgnumstungnar. Sálmur 22,17
- Hansara klæði skuldi lutur verða kastaður um. Sálmur 22,19
- Hann bað fyri sínum fíggindum. Jesaja 53,12
- Hann rópti, gloymdur av Gudi. Sálmur 22,2
- Hann skuldi leggjasti í grøvina hjá einum ríkum manni. Jesaja 53,9
- Hann skuldi rísa upp frá teimum deyðu. Sálmur 16,10
- Hann skuldi verða tikin upp til himmals. Sálmur 68,19
- Hann skuldi fáa sæti við Guds høgru hond. Sálmur 110,1
Hetta er ein langur listi. Men kortini bara ein brotpartur av tí, sum Gud hevði sagt skuldi henda. Gekk tað, sum Gud hevði sagt? Ja, út í odd og egg.
Messiasprofetiini eru um Jesu fyrru komu. Men eisini hansara seinnu komu. Jesus kemur aftur.
Orðini um Jesu fyrru komu eru longu gingin út. Tey kunnu kannast. Orðini um Jesu afturkomu eru ikki gingin út. Men eisini hetta fer at henda, sum Gud hevur sagt. Vit vita, at tað fer at henda, men ikki nær tað hendir.
Hvør verður við, tá Jesus kemur aftur? Tann, sum hevur hoyrt orðið um Jesus og sum hevur tikið við hesum orðinum. Tann, sum hevur latið Jesus koma inn í sítt hjarta, sum hevur fingið syndirnar fyrigivnar og sum gongur í ljósinum.
Hevur tú tað soleiðis?
Til umhugsanar
“Um allar ævir, Harri, orð títt er, fast tað stendur á himni” (Sl 119,89).
Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)
Hjørleif Poulsen týddi