Nú er tekningarfreistin til Simbalegurnar, sum byrja í dag, farin, og undirtøkan, sum er voksin hvørt ár seinastu árini, er aftur í ár sera góð. Allar legurnar í Nesvík eru fullteknaðar, umframt at fleiri standa á bíðilista. Eisini er ein stór lega á Giljanesi, sum byrjar í dag, og ein lega byrjar mánadagin í Porkeri.
– Hóast undirtøkan í fjør eisini var góð, so setir luttøkan í ár met, og tað er sera gleðiligt at uppliva hetta, sigur Marjan Nielsen, fyrrverandi barna- og familjuráðgevi, men sum hevur verið við til at leggja legurnar í ár til rættis.
Á familjuleguni, sum verður 21. til 24. juli, eru pláss eftir enn. Tilmeldingarfreistin til familjuleguna er 18. juli og møguleiki er at tekna seg her.
Sanglegan “Sanggleði” verður í ár, eins og í fjør, seinna vikuskiftið í heystfrítíðini.
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina