Mikukvøldið byrjar missiónsvikan í Miðvági
Frá í annaðkvøld, mikukvøldið 6. november, og restina av vikuni verður missiónsvika í missiónshúsinum í Miðvági.
Í ár fáa tey vitjan heilt úr USA. Tað verður Brian Connolly frá “Faith Like Bird Ministries”, ið talar, og umsett verður til føroyskt. Møtini verða klokkan 19.30, tó leygarkvøldið klokkan 20 og sunnukvøldið klokkan 18.
Fríggjakvøldið spælir og syngur Blátt Gras.
Skráin er niðanfyri: