Mín skapari er stórur

Í samband við missiónsvikuna, sum var á Strondum í viku 8, var ein nýggjur sálmur sungin til møtini. Signar á Reynatrøð, sum eigur orðini, sigur, at hann m.a. hevur fingið íblástur frá mongu fjallatúrunum, hann hevur gingið niðan á Leirvíksfjall. Hann sigur víðari, at “Mín skapari er stórur” er brot úr málningi skaparans.

“Tær fýra litríku árstíðirnar eru hugsaðar inn í sálmin heilt frá morgni til myrkurs, eins og foldarlívið úr vøggu í grøv. Einaferð fær okkara gongutúrur ein enda, men í Harrans hond eru vit ikki slept upp á fjall.”

Í Harrans hond eg eri ei sleptur upp á fjall,
tá lívsins stormar hótta mínar leiðir.
Í veðurvánum øllum hann fyrigav mítt fall,
mín hirði og skapari meg eigur. (ø.5)

Frálíka lagið til sálmin eigur Ásbjørn Berthelsen.

Teksturin finst í sangsavninum á mission.fo