Mín yndis lovsangur

Shepherd – Bethel Music

Skrivað: Annika Sveinsdóttir Thomassen

Eg havi valt sangin ‘Shepherd’ hjá Bethel Music. Hetta er ein serligur sangur fyri meg, tí beint nú lærir Gud meg, hvat tað er at vera ein hirði, og hvussu Hann er tað fyri meg. Sálmur 23 sigur eisini “Harrin er hirði mín; mær fattast einki.” Okkum tørvar einki, tí Gud er hirði okkara. Kul!

Fyrsta ørindi:

In the process In the waiting You’re making melodies over me And your presence is the promise For I am a pilgrim on a journey

Tað er sera týdningarmikið, at vit ikki byggja okkara lív á kenslur, og eg tosi serliga til mín. Eg havi so lætt við at vera uppgevandi, um eg ikki “føli” Gud, ella um Hann letur meg bíða eftir svari. Hóast vit eru í bíðistøðu, og hóast tað kennist, sum einki hendir, so arbeiðir Gud í okkum. Hann er her, altíð.

Niðurlag:

You will lift my head above the mighty waves You are able to keep me from stumbling And in my weakness you are the strength that comes from within Good shepherd of my soul Take my hand and lead me on

Hetta er ein so góð bøn! Stutt umsett sigur niðurlagið: “Tú lyftir høvd mítt yvir tær veldigu aldurnar. Tú ert førur, at halda mær, so eg ikki snávi. Og í mínum veikleika, ert tú styrkin. Góði hirðin yvir míni sál. Tak mína hond og leið meg.”

LES EISINI  Mótvegis Gudi eru vit øll eins

Tað er ein sovorin tryggleiki at vita, at Gud er okkara styrki, vit eru einki í okkum sjálvum, men við honum er alt møguligt. Eitt veit eg, at uttan hann, hevði eg druknað í aldunum.

Annað ørindi:

You make my footsteps and my path secure So walking on water is just the beginning Cause my faith to arise, stand at attention For You are calling me to greater things

At ganga á vatninum er bara byrjanin við Gudi! Hvussu spennandi er tað ikki? Gud kallar okkum til stór ting – veldig ting! Óansæð, hvussu skitin og rotin vit føla okkum, so er hann góður. Hann er stórur, tá vit hava ein góðan og ein ringan dag. Tað er fantastiskt!

Brúgvin:

how I love You how I love You You have not forsaken me

Eg haldi, at hetta er bara heimsins besti lovsangur! “Áh, sum eg elski teg.” Tað er tað, alt snýr seg um. “Gud, eg elski teg, tú ert ikki farin frá mær”. Eg elski hendan partin av sanginum, tí tað er ein góð áminning um, at eg elski Gud, eisini tá eg ikki føli tað. Eg eri sera følsom og havi lætt við at líta á mínar kenslur, men eg veit, at Gud er hirði mín, og eg veit, eg elski hann.

LES EISINI  Annað jólakvøld verður árliga lovsangskvøldið í Leirvík

Spyr Gud og bið hann vísa tær, at hann er hirði tín, og hvussu hann lyftir teg upp um aldurnar, tá tú ikki sært ella følir tað.

Fantastiskt!

Hoyr sangin her: Shepherd – Bethel

Ein annar sangur, sum eisini er fantastiska góður, er Shepherd hjá Upperroom. Eisini ein so góður sangur um Jesus sum okkara hirða.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina