Mín yndis lovsangur

Alt kann broytast so brátt
– Anton í Liljudali

Skrivað: Judith Johannessen

 

Hvar ber tín leið?
Tú roynir ferð eftir ferð,
Men finnur ongantíð fram.
Tú jagstrar eftir onkrum, sum ei finst á fold.

Tú vildi ganga hvørt eitt fjall
Og kaga yvir land og hav.
Øll verðin hon lá opin fyri tær.
Tú mátti ganga egnu fet
Út um títt trygga kæra heim.
Tú vilstur bleivst tá mótgongd møtti tær har.

Alt kann broytast so brátt,
Um tú einans opnar títt hjarta
Og sigur, sum tað er,
Tí tað leiðir ongan veg,
Tá tú fjalir, hvør tú ert.

Endar tað nú?
Tú roynir ferð eftir ferð,
Men tað er ongantíð nokk.
Skalt tú ikki venda tær við?

 

At velja mín yndis lovsang er næstan ein ómøgulig uppgáva. Lovsangur fyllir so nógv í mínum gerandisdegi, og tí skiftir tað eisini sera ofta, hvør mín yndis er. Eg kenni tað ofta soleiðis, at Gud fær betri pláss og sleppur framat at siga mær okkurt, tá eg lurti eftir lovsangi. Tað kennist ofta so, at hann talar til mín ígjøgnum teir ymisku tekstirnar, og kann brúka tekstirnar at siga mær nakað um tær støður, eg eri í.

LES EISINI  Mótvegis Gudi eru vit øll eins

Hetta er ein av teimum, sum er blivin mær so kærur. Mítt dugnaliga og gávaða systkinabarn, Anton, gav hendan sangin út í 2019, og talaði hann bara akkurát inn í nógvar tankar og umstøður, eg var í.

Tað vóru serliga tveir tankar, eg fekk burturúr hesum tekstinum. Hann syngur í versinum um at leita og royna at finna vegin fram í okkara lívi – men at tá vit leita sjálv og royna í okkum sjálvum, so finna vit ikki vegin fram, tí tað, vit leita eftir, finst ikki her á jørð. Vit kunnu eisini hava hug til at royna heimin, og tað kann síggja so freistandi út at royna alt, sum hann hevur at bjóða – men at tað er og ferð ongantíð at verða nokk.

Og tað seinna, sum bara er so fantastiskt – ”Alt kann broytast so brátt, um tú einans opnar títt hjarta og sigur sum tað er, tí tað leiðir ongan veg – tá tú fjalir, hvør tú ert!”

LES EISINI  Nuntio við lovsangsalbumi

At fjala hvør man veruliga er, at royna at passa inn ella at royna at krógva seg fyri Gudi – leiðir veruliga ongan veg. Vit kunnu ikki uppliva Guds broyting inn í okkara lív, um vit ikki eru erlig og opin yvirfyri Gudi, okkum sjálvum og menniskjum rundan um okkum. Men um vit veruliga lova Gudi inn, so kann alt okkara lív broytast so skjótt – og hann stendur altíð klárur at taka ímóti okkum.

Tað bleiv eisini stórt fyri mær hetta við at fjala, hvør eg eri – Gud skapti meg, sum eg eri! Og teg sum tú ert! Og hann hevur ætlanir við okkum – sínum børnum. Gud vil, at vit eru erlig og álítandi. Men vit hava so ofta hug at fjala okkum, pynta uppá sannleikan ella broyta okkum sjálv – men vit eru góð nokk, sum vit eru.

 

Tú minnist aftur til tað stað,
Har vónin birtist fyri tær.
Tú sást at verðin, hon lá opin fyri tær.
Á hesi føgru summarnátt
Finnur tú aftur til títt heim.
Tú sært at lívið bíðar eftir tær har.

LES EISINI  Teir bestu nýggju lovsangirnir í 2010’unum

Alt kann broytast so brátt,
Um tú einans opnar títt hjarta
Og sigur, sum tað er,
Tí tað leiðir ongan veg,
Tá tú fjalir, hvør tú ert.

Hoyr sangin her: Alt kann broytast – Anton í Liljudali

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina