MINI TEEN-STREET 2020 – meira enn 2.000 vitjanir

Seinastu árini hevur Mini Teen-Street verði hildið í Bylgjuni í Runavík. Aftur í ár hava fyrireikararnir bjóða ungdóminum í samkomum, missiónshúsum og kirkjum at koma til Mini Teen-Street, sum varð hildið 21 – 23 februar, í Bylgjuni í Runavík. Byrjað varð fríggjakvøldið kl.20:00 og seinasta møtið var sunnukvøldið kl.18:00.

Margareth Djurhuus, Randi og Símun Jóannesarson Hansen eru framvegis í nevndini og stóðu sum fyrireikarar av átakinum. Andrias Magnussen av Nesi, er nývaldur limur í nevndini, og var eisini ein partur av fyrireikingini. Tey høvdu ein herð av hjálparfólki, sum stuðlaðu við teimum ótalligu uppgávunum, ið eitt slíkt átak krevur.

Fyrireikararnir siga við Kristiligu Tíðindasendingina, at aftur í ár var sera góð undirtøka, har meira enn 2.000 vitjanir vóru í alt til øll trý møtini. Atkoman hevur verið ókeypis á hvørjum ári, og soleiðis eisini í ár. Men tiltakið krevur eina árliga fíggjarætlan upp á umleið 100.000 krónur. Nevndin fyri Mini Teen-Street takkar samkomum, kirkjum, privatum og vinnulívinum, sum aftur í ár hava tikið væl undir.

LES EISINI  Tilmeldingin til TeenStreet er latin upp

REUNION OG BRELLBITI

Árliga Mini Teen-Street í bylgjuni í Runavík skal eisini skiljast sum ein reunion fyri tey, sum ígjøgnum mong ár hava luttikið á Teen Street í Týsklandi, og eisini sum ein brellbiti fyri tey, sum ikki enn hava upplivað Teen Street í Týsklandi. Teen-Street møtini í bylgjuni í Runavík eru skipaði eftir sama leisti sum Teen-Street legan í Týsklandi.

Aftur í ár vóru hjúnini Josh og Debs Walker boðin at vera við sum høvuðstalarar. Hetta er fjórða ferðin, at tey eru við til Teen-Street í Føroyum. Evni í ár var Móses – eitt við Gud.

Josh og Debs hava aftur í ár lati eftir seg ein læruríkan og íblásandi boðskap, sum øll tey, ið vitjaðu í Bylgjuni í Runavík um vikuskifti kunnu fáa gott av. Tað var Poul í Skorini úr Leirvík, sum tulkaði Josh og Debs.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina