Minningarhald teirra sjólátnu
Sum siðvenja er, skipar Føroyska sjómansmissiónin fyri Minningarhaldið teirra sjólátnu alhalgunardag, mikudagin 1. novembur.
Minningarhaldið verður á Vinnuháskúlanum í Nóatúni 2, í Havn kl.14.
Høgni Hoydal, landstýrismaður heldur røðu og Ann Hermansdóttir, prestur, hevur andakt.
Aftaná verður farið niðan til minnisvarðan í viðarlundini, har kransur verður lagdur.
Øll eru vælkomin.