Minningarorð: Skiparin er mynstraður av skútuni
Kaj Eli Blábjørg til minnis
Leygardagin 4. mai bórust deyðsboðini um Kaj Eli Blábjørg í Fuglafirði. Boðini komu óvart, hóast hann síðstu mánaðirnar var viknaður og merktur av sjúku. 27. apríl rundaði hann tey áttatifimm árini og hevði bjóðað allari familjuni í summarhús í Danmark. Har gjørdist hann álvarsliga sjúkur og varð lagdur inn á sjúkrahús. Har doyði hann.
Kaj Eli hoyrdi eg um sum ungur drongur í egningarskúrunum á Toftum. Tað var hin ágrýtni og raski útróðrarmaðurin í Fuglafirði, sum átti og dreiv útróðrarbátin Líggjas.
Fyrst í áttatiárunum kom eg at kenna Kaj Eli gjøgnum møtir í Thabor og á møtum í missiónshúsum um landið. Eftir at eg byrjaði sum sjómanstrúboðari fyrst í 1990-unum, kom eg at kenna Kaj Eli betur, tá eg av og á vitjaði umborð hjá honum og vitjaði hann og Mariu í heimi teirra. Eg upplivdi eisini at vera nakrar túrar saman við Kaj Eli við trolbátinum Líggjasi.
Kaj Eli var av raskastu monnum. Han var bráðlyndur, og tingini skuldu gerast skjótast gjørligt. Tað var tí ofta stutt frá hugsan til handling. Hann var vinarligur, hjartagóður, gestablíður og gávumildur. Mong eru tey, sum fingu fisk frá Kaj Eli. Javnan trongdi trolið til ábøtur, og hann tók tað upp á bryggjuna. Tá hevði hann sum oftast nakrar fiskar eftir í lastini, sum hann gav teimum monnum, sum komu framvið og tóku hond í trolið saman við honum.
Kaj Eli fiskaði ongantíð sunnudag, tí tað var heilidagur og hvílidagur. Tá var hann fastur maður í kirkjuni og í Thabor. Í fleiri ár hevði hann sunnudagsskúla og tók av og á orðið á møtum. Hann var eisini trúfastur til bíbliutímar og bønamøtir heilt til tað síðsta og sang við manskórinum í Thabor.
Eftir at hann seldi Líggjas í 1997, sigldi hann við ymiskum skipum. Síðstu árini á sjónum sigldi hann við skipum hjá Sandgrevstri og takkaði fyri seg har sum 74 ára gamal.
Kaj Eli var eisini sera trúgvur til møtir hjá Heimamissiónini, til tiltøk í Leguhúsinum í Nesvík og var í mong ár uppvaskari á Landsstevnuni hjá sjómanskvinnuringunum. Hann var eisini limur í Bróðurringinum á Havinum og var trúgvur til møtini. Mánadagar arbeiddi hann í endurnýtsluhandlinum hjá Bláa Krossi í Saltangará. Heldur ikki har lá hansara partur eftir. Hann var álítandi, og eitt orð var eitt orð. Hann var ein av teimum, sum arbeiddi meiri, enn hann tosaði. Familjan, arbeiðarar og arbeiðið í Guds ríki hava við honum mist ein trúgvan forbiðjara.
Ein stuttlig hending kann nevnast, sum eisini lýsir huglyndið, hjartalagið og ágrýtnið hjá Kaj Eli. Eg hevði havt møti og Kaj Eli var við. Har hevði eg tosað um kærleikan í Bíbliuni. Nevnt var tá, millum annað, at hann prógvar seg nógv meira í góðum gerningum móti næstanum enn í føgrum orðum og heitum kenslum. Tey, vit elska, ynskja vit at vera saman við, og teimum hjálpa og tæna vit við gleði. Morgunin eftir ringdi Maria og spurdi, hvat eg hevði tosað um á møtinum. Eg spurdi hví? Jú, tí Kaj Eli var komin heim av møtinum og fór beinleiðis at vaska upp!
Vit eru mong, eisini í Heimamissiónini og í Sjómansmissiónini, ið takka Gudi fyri Kaj Eli. Í orði og verki var hann eitt týðiligt vitni fyri Harra sín, Jesus Krist. Trúfestið móti Gudi og medmenniskjum merktu lív hansara og raðfestingarnar av tíð, orku og peningi, prógvaðu tað. Takk, Kaj Eli!
Kaj Eli var giftur við Mariu. Í februar kundu tey halda teirra 51 ár brúdleypsdag. Tey áttu fýra børn, níggju abba-og ommuborn og eitt langabba-og langommubarn. Kærleikin myndaði hjúnarlagið og tí heimið. Gestablídnið var stórt, og mong hava sitið væl har. Mong hava eisini merkt teirra hjálpandi hendur og góða hjartalag.
Góða Maria, børnini og familjan annars! Jesus signi og styrki tykkum, nú skiparin mynstraði av skútuni.
Lat akker falla! Eg náddi havn,
farvæl, tú ótrygga bylgja!
Eg leggi meg í hans kærleiksfavn,
sum trúgvur mær vildi fylgja.
Hoyr kendar røddir meg blíðar kalla,
nú stilt mítt akker man niður falla
í tryggu, sælu hvíldarhavn!
Torleif Johannesen