Vekingarrøddin er tagnað
Minningarorð um Niels Jacob Nielsen, trúboðara
21. mai bórust tíðindini um, at fyrrverrandi trúboðarin, Niels Jacob Nielsen, var deyður 85 ára gamal.
Niels Jacob var føddur í 1938 og vaks upp á Strondum. Hann var strandingur við stóra S og var errin og takksamur fyri sínar røtur. Hann var eisini errin og takksamur fyri sína kristnu barlast í kirkju og Heimamissiónini, og tað hevði hann mangan á orði.
Eftir lokna skúlatíð fór hann til skips. Hann treivst væl á sjónum, tók eisini skiparaprógv og sigldi sum yvirmaður.
Kom til trúgv á Jesus
Hóast hann fekk góða kristna uppaling í barnaheiminum, har kirkjan og missiónshúsið javnan vórðu vitjað, so var tað ikki fyrr enn hann sum vaksin maður veruliga møtti Jesusi í vekingini fyrst í 1970-unum. Hann varð umvendur og kom til persónliga trúgv á Kristus.
Tá fekk hann ikki bara neyð fyri egnu sálar frelsu, men eisini neyð fyri, at onnur skuldu møta Jesusi og verða frelst. Tá gjørdist hann virkin við vitnisburði og boðan av Jesusi og fekk eisini kallið at verða trúboðari.
Eftir tað fór hann á bíbliuskúla í Norra og í Danmark. Har mentist hann andaliga og búnaðist til trúboðaragerningin, sum gjørdist hansara kall fyri lívið.
Niels Jacob giftist við Marjun 6. sept. í 1975. Hon var ætta úr Fuglafirði og tey fingu fýra børn.
Gjørdist trúboðari
1. septembur 1975, byrjaði Niels Jacob sum trúboðari hjá donsku Heimamissiónini, við bústaði í Brande. Har arbeiddi hann til 1981, tá han fekk kallið at flyta til Føroyar, við bústaði í Havn. Har upplivdi hann, millum annað, at nýggja Meinigheitshúsið varð vígt í 1984. Í 1993 gjørdist hann trúboðari í Eysturoynni við bústaði í Fuglafirði.
Eftir at kravið um bústaðarskildu fyri trúboðarar hjá Heimamissiónini var tikið av, flutti hann við familjuni í 1998 til Strendur, har hann átti hús. Niels Jacob var trúboðari hjá Heimamissiónini til hann í 2008 fór frá vegna aldur, 70 ára gamal.
Hann kendi seg tó sum trúboðara restina av lívinum.
Sum trúboðari var hann vekjandi og ynskti at boða Jesus á ein livandi og persónligan hátt.
Hann brann fyri evangeliinum og fyri, at onnur skuldu hoyra um Jesus og taka eina greiða og avgjørda støðu til hansara. Hann ynskti at vekja fólk upp úr kristiligari líkasælu, til at fylgja Jesusi eftir í álvara. Tað upplivdi hann fleiri ferðir, bæði í Danmark og í Føroyum. Tá var hann týðiliga merktur av gleðini og speninginum, sum tað gevur einum Harrans tænara.
Orðingarnar kundu verða hvassar og eygnabráði við, tá hann talaði, ella samskifti við menniskju um Jesus. Aftanfyri brann tó eitt hjarta, sum vildi menniskjum væl, kristiliga væl, vildi frelsu og heilagt lív í orði og verki. Røddin var eyðkend, eisini tá hann sang fyri.
Hann gekk høgt upp í kallið sum trúboðari og prædikumaður. Har missiónsvikur vóru, vitjaði hann í fleiri dagar og var á húsvitjan í mongum heimum. Hann ferðaðist nógv um oyggjarnar sum trúboðari, og gekk høgt uppí at vitja fólk.
Tá sorgin ella deyðin vitjaðu eitt heim, var hann skjótur at vitja við góða orðinum og bønini. Í mong ár stóð hann fyri árliga bíbliuskeiðinum hjá Heimamissiónini, og tá sjómanskvinnuringarnir savnaðust, fegnaðist hann um at vera við.
Greiða boðan
Niels Jacob var tilvitaður um sítt kristiliga grundarlag í Luthersku læruni. Hann var trúgvur til bíbliutímar og bønarmøtir, og var greiður yvir: ”At av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guds gáva; ikki av gerningum, fyri at eingin skal rósa sær” samb. Ef.2. Samstundis boðaði hann týdningin av halgan og at fylgja Jesusi eftir, sum Paulus umtalar soleiðis: ”At fólk skuldu arbeiða uppá teirra egnu frelsu við ótta og bivan” samb. Fil. 2. so náðin ikki gjørdist ein koddi. Náðin skuldi ístaðin ”uppsiða (uppala) okkum til at avnokta gudloysið og hinar veraldligu girndirnar og liva hóvliga og rættvísiliga og gudiliga í hesum heimi, væntandi hina sælu vón..” samb.
Titus 2.
Mong eru tey sum minnast á orðingar. Niels Jacob endurtók. Tær vóru millum aðrar: ”Er Gud við okkum, hvør kann tá verða ímóti okkum”, ”Begyndt er ikke endt, det må du vide” og “Gud heldur tær uppi við at halda tær niðri”
Flutti aftur til Danmarkar
Í 2009 fluttu Marjun og Niels Jacob aftur til Danmarkar, har øll børnini og ommu-og abbabørnini búðu. Tey búsettust í Kjellerup. Marjun bleiv sjúk av krabbameini í 2010 og doyði í 2016. Tað var hart fyri Niels Jacob, sum var takksamur fyri hana, og mangan umtalaði hana sum Guds gávu til sín og familjuna.
Síðstu mongu árini stríddist Niels Jacob við parkinson. Hann var virkin bæði likamliga og kristiliga til tað síðsta, og doyði brádliga týsdagin 21. mai.
Fjørðurin var rógvin, taldu dagarnir uppi og trúarinnar góða og neyðuga stríð liðugt. Tá er sælan eftir ”at fara burtur úr likaminum og vera heima hjá Harranum”.
Hann kundi taka undir við Paulusi, sum vitnaði:
-Eg havi strítt hitt góða stríðið, havi fullrunnið skeiðið, havi varðveitt trúnna. Og nú liggur rættlætiskransurin goymdur til mín, sum Harrin skal geva mær á hinum degi, hann hin rættvísi dómarin, og ikki mær eina, men eisini øllum teimum, sum hava elskað opinbering hansara. 2.Tim.4,7-8.
Vit eru mong sum takka Gudi fyri Niels Jacob Nielsen. Hvíl í friði!
Jesus signi familju hansara!
Fyrrverandi starvsfelagi tín.
Torleif