Minningarorð um Jákup Jacobsen
Fríggjadagin 13. desembur 2024, andaðist kendi gøtumaðurin Jákup Jacobsen, eisini róptur “Dunga Jákup”. Sera stór var mannamúgvan, sum týsdagin 17. des. segði honum farvæl í Gøtu kirkju og á kirkjugarðinum. Avmálda lívstíðarskeiðið hjá hesum megnar manni var komið at enda.
Jákup var føddur í Gøtu 1. apríl 1946. Hann var sonur Hensiu og Pól Andrias Jacobsen í Syðrugøtu. Hann var triðelst av átta systkjum. Hann vaks upp í Gøtu, og sum elstur sonur, fylgdi hann siðvenju, og tók við festinum eftir pápan. Áhuga fyri seyði hevði hann frá barni av, og varðveitti hann alt lívið. Barnaheimið var trygt og gott, har gudsótti, nøgdsemi og arbeiðssemi merkti gerandisdagin. Sunnu- og halgidagar var farið í kirkju og í sunnudagsskúla. Jú, Jákup fekk gott í beinið, bæði handaliga og andaliga. Tað setti sín góða dám á hann alt lívið.
Eftir lokna skúlagongd, gjørdi hann ymiskt og fór, sum 17 ára gamal, í handverkaralæru. Sum 24 ára gamal fór hann til Danmarkar at lesa til byggifrøðing. Heimafturkomin fekk hann arbeiði í Klaksvík, har hann kom at kenna Lenu, sum gjørdist kona hansara.
Í seinnu helvt av 1970-unum bygdu tey hús í Syðrugøtu. Tey fingu fýra børn, sum kunnu líta aftur á eitt gott og trygt barnaheim. Andaliga fingu tey somu barlast,sum Jákup hevði fingið, við gudstænastum og sunnudagsskúla. Við songarstokk var barnabøn og Faðir vár biðin. Børnini hava familju og Jákup átti 10 abbabørn og tvey langabbabørn, sum hann var errin av og góður við.
Tá ið Jákup hevði arbeitt sum byggifrøðingur eina tíð, stovnaði hann egna byggifyritøku. Hann fór uppí kommunapolitikk og var eisini borgarstjóri í Gøtu. Í 1980-unum var hann ein av undangongumonnunum, sum stovnaðu reiðaríið Varðan. Tróndur í Gøtu kom sum nýbygningur í januar 1987, og gjørdist hann eitt undangonguskip á pelagiska økinum.
Søgan um Varðan er kend, og har hevði Jákup sín stóra leiklut, bæði sum ein av eigarunum og sum reiðari. Eftir at verulig gongd kom á pelagisku vinnuna mitt í 1990-unum vaks virksemið nógv undir hansara leiðslu. Fyri fýra árum síðani lat Jákup stafettina víðari, tá sonurin, Bogi, gjørdist stjóri í felagnum.
Jákup hoyrdi eg um sum lærlingur í byggivinnuni fyrst í 1980-unum. Tá hevði hann byggifyritøku. Sum sjómanstrúboðari havi eg vitjað av og á hjá reiðarínum og á skrivstovuni hjá Jákup. Tað var altíð hugaligt. Gestablídni, góðsligheit, trivnaður, skemt og speisemi líkasum fylti rúmið. Ofta var líka nógv prát um seyð, sum um skip. Jákup gav sær sum oftast góða tíð. Fleiri ferðir endaði vitjanin á skrivstovuni hjá honum við einum Guds orði og bøn. Hann segði amen og frøddist yvir at biðið var eisini fyri sjófólkinum og vinnulívinum.
At Jákup var ankraður í kristnu trúnni, er lítið at ivast í. Mær tykir, at móttøkan av Tummasi T eisini prógvaði tað. Tá løtan endaði, takkaði Jákup øllum, og tók nakað soleiðis til, har hann stóð á dekkinum: “Takk, at tit í dag biðja til Guds fyri Tummasi T. Takk, um tit eisini framyvir vilja biðja fyri skipinum!” Tá eg seinni nevndi hesi orð hansara fyri honum, og segði, at hon vitnaði um kristnu trúgv hansara, segði hann: -Ja, eg trúgvi á Gud og eg meinti tað eg segði!
Við Jákupi við róðrið, og undir hansara dugnaligu og varligu leiðslu, er Varðin vaksin til ein av størstu fyritøkum í landinum. Hóast 11 eigarar ofta skuldu taka støður til fleiri stór mál, so var ongantíð atkvøtt um málini. Á sín góðsliga og diplomatiska hátt, fekk Jákup tosað avgerðirnar ígjøgnum, so menn stórt sæð vóru samdir um tær.
Sum stjóri á Varðanum var hann ofta við, har stórar avgerðir skuldu takast. Kortini varðveitti hann sítt lítillæti og samskiftið við høgan og lágan, var merkt av virðing og vinsemi. Hóast seigligur, so dámdi honum væl skemt og at arga, men tað var mest, tá hann var saman við teimum, hann kendi. Fjølmiðlarnir vildu av og á hava orðið á hann, í samband við okkurt, sum Varðin var í holt við ella var partur av. Sum oftast fingu teir lítið burturúr, tí hann beint tá var upptikin av onkrum øðrum.
Hóast Jákup bæði var likamliga stórur og sterkur, samstundis sum hann var ein av eigarunum og stjóri á stórari og sterkari fyritøku, so var hann ikki stórur og sterkur í egnum eygum og hugaheimi.
Síðsta árið var hann merktur av sjúku, og síðstu vikurnar vóru fleiri tímar í songini enn uppi. 16 dagar áðrenn Jákup fekk ferðaboð, vitjaði eg hann og Lenu. Hóast nógv viknaður, brosaði hann og var fegin um vitjanina. Hann fegnaðist yvir at frætta frá fiskivinnuni og frá arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini. Eg fekk eisini sagt honum tøkk fyri góðan stuðul til kirkju- og missiónsarbeiðið. Vit endaðu løtuna við at lesa sálm 121 í Gamla Testamenti og við bøn. Sálmurin sigur millum annað: – Hjálp mín frá Harranum kemur, skapara himmals og jarðar. Og: “Tín útgang og inngang skal Harrin varða nú og um allar ævir”
Aftaná segði Lena, at tað var óivað ikki av tilvild, at 121 sálmur varð lisin. Einaferð Jákup hevði føðingardag fekk hann Bíbliu í føðingardagsgávu frá mammuni. Fremst í hana hevði Hensia skrivað eina heilsan við Sálmi 121.
Jú, Jákup var dugnaligur, samstundis sum hann fekk góða hjálp frá konuni, familjuni og góðum starvsfólki. Hann kendi eisini, at “hjálp mín frá Harranum kemur”! Harrans hjálp er sterkast og røkkur, tá øll onnur hjálp má steðga.
Gud signi tykkum, Lena, børnini, systkin við familju. Gævi at tit – eisini í komandi døgum kenna, at “Hjálp mín frá Harranum kemur”!
Æra verður minni um Jákup Jacobsen!
Torleif Johannesen