Minnisvarði avdúkaður í Sørvági
Allahalgannadag, 1. november, varð nýggjur minnisvarði yvir sjólátnar avdúkaður í Sørvági. Minnisvarðin stendur beint við síðuna av nýggja kirkjuhúsinum.
Ímyndar skip, sum er brotnað
Á hátíðarhaldinum í sambandi við avdúkingina tosaðu Inga Poulsen Dam, sóknarprestur, og Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági.
Minnisvarðin ímyndar eitt skip, sum er brotnað og søkkur og setir pettini saman aftur sum steinar. Krossurin ímyndar eina brotna mastur.
Tað er Jóhan Petur á Stongum frá Sp/f West Tech, sum hevur sniðgivið minnisvarðan, og Føroya Grótvirki í Skopun hevur gjørt hann. Grótlaðingina rundanum, sum er laðað sum ein alda, hevur Dia í Leynum gjørt.
Tað vóru Bergtóra Nielsen og Anna Sofía Hvítklett, sum avdúkaðu minnisvarðan.
Manning og reiðarí latið stovnsfæ
Hugskotið til ein minnisvarða yvir sjólátin stavar frá 2005.
– Tankin um minnisvarðan varð fostraður umborð á ‘Vesturvón’ á Kappanum í oktober 2005. Tað var Bogi Gaard Joensen, ið var stigtakari. Manningin á ‘Vesturvón’, saman við reiðarínum, hevur givið stovnsfæið til minnisvarðan, og so hevur kommunan goldið tað, ið restaði í, sigur Sune Jacobsen, borgarstjóri.