Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum 50 ár
Sunnudagin 2. mars vóru tað 50 ár síðani Missiónshúsið- og ungdómshúsið á Glyvrum varð vígt. Tað var hátíðarhildið við døgurða í Skótahúsinum í Runavík klokkan 12.30, har umleið 200 fólk høvdu teknað seg til hátíðardøgurðan.
Stýrið fyri Missiónshúsið hevði bjóða umboðum fyri kirkjuna, kommununa, samkomur í økinum, missiónshúsini í grannabygdunum og Kirkjuligu Heimamissiónini við til døgurðan, sum hevði trý rættaða matskráð. Annars kundu fólk melda seg til døgurðan, so leingi pláss var.
Formaðurin fyri Missiónshúsið, Jeffri Johannesen, bjóðaði vælkomin. Hann takkaði fyri góðu undirtøkuna og nevndi nakað um søguna hjá Missiónshúsinum. Á borðinum lá vakur faldari við skránni, sangum, og nakað av søguni hjá Missiónshúsinum, við yvirlitið yvir stýrislimir og stýrisforfólk ígjøgnum árini. Hilmar Jan Hansen leiddi borðhaldið.
Eftir høvuðsrættin var møguleiki at bera fram heilsanir. Fleiri tóku orðið, bæði av teimum innbodnu og onnur sum fegnaðust um stóra og drúgva arbeiðið sum var gjørt í og út frá Missións- og ungdómshúsinum á Glyvrum. Jú, nógv var at takka fyri og fegnast um. Signing Guds hevur hvílt yvir arbeiðinum, sum hevur verið til signingar og sælu fyri mong.
Huglagið var gott og fleiri stuttligar hendingar vóru eisini nevndar. Tíðin gongur skjótt í góðum felagsskapi, so enda var klokkan gott fýra, tí síðsta møtið á missiónsvikuni skuldi verða klokkan 17. Tá skuldi Runavíkar trioin syngja eftir steðg í nógv ár. Samstundis vóru tað 40 ár síðani teir sungu fyrstu ferð.
Kirkjuliga Heimamissióni ynskir Missións- og ungdómshúsinum á Glyvrum hjartaliga tillukku við teimum 50 árunum. Samstundis verður takkað fyri trúfasta arbeiðið í økinum og í felagsarbeiðinum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.
Ynskir tú at lata eina gávu til Glyvra Missiónshús, kann hon flytast á konto 6460-156.357.4