Missiónsarbeiðið í Rituvík 100 ár: Nógv at hátíðarhalda
Í gjár og í dag verður hátíðarhildið, at tað eru 100 ár, síðan skipað missiónsarbeiði byrjaði í Rituvík. Tiltøkini eru í frítíðarskúlanum, tí gamla missiónshúsið frá 1935 er tikið niður, og í næstum verður farið undir at byggja nýtt.
Lagt varð fyri í gjár, tá Petur Hansen helt fyrilestur um ”brot úr missiónssøguni í Rituvik”. Eisini varð forvitnislig framsýning av myndum og ymiskum skjølum frá arbeiðinum. Í gjárskvøldið var hugnaløta, har Magni Christiansen sang og Jógvan Højgaard, trúboðari, talaði. Seinni hevði ungdómsarbeiðið opið hús. Filmsbrotið varð tikið upp í gjár.
Í dag verður sunnudagsskúli klokkan 14, og klokkan 18 verður møti. Andrias Magnusen, aðalskrivari, talar, og manskórið í Rituvík syngur. Savnað verður inn til missiónshúsið, sum stendur í gerð, og bjóðað verður til nátturða aftaná.