Missiónshúsið í Rituvík skal vígast 29. januar 2023
Sunnukvøldið, klokkan 18. var sum vanligt møtið í kjallaranum í nýggja missiónshúsinum í Rituvík. Manskórið sang og tvey høvdu vitnisburð. Síðani var fríur vitnisburður og fleiri høvdu orðið.
Áðrenn formaðurin, Hjalmar Hansen, endaði møtið, kunnaði hann um gongdina við at gera húsið liðugt í erva.
Hann nevndi millum annað, at arbeitt var við at leggja loftið uppundir gongina uppi á loftinum. Gólvið var komið og at arbeitt var við at spartla og mála veggirnar. Ventilatiónin var nærum liðug og trappan millum hæddirnar var keypt.
Hjalmar nevndi eisini, at stýrið hevði góðar vónir um at fáa arbeiðið liðugt komandi mánaðirnar, so húsið kann vígast 29. januar 2023. Alt verður ikki liðugt til vígsluna, men tey neyðugastu tingini skuldu gjarna verði liðug.
Húsið hevur eina millión í láni, og ætlaninn er ikki at hækka lánið. Nærum alt arbeiðið verður gjørt av sjálvbodnum, so har eru nógvir pengar at spara og so verður roynt á ymiskan hátt at savna pening inn. Síðsti basarurin gav 146.000 kr. sum hann takkaði fyri.
Hjalmar segði eisini, at hóast húsið er nýtt, so eru stólarnir gamlir. Teir kunnu væl brúkast, men hugaligt hevði verið við nýggjum og betri stólum, men teir kosta uml. 100.000 krónur.
Ljós og ljóðanleggið verður gott, tí umráðandi er at fólk hoyra. Lyfta skal vera millum hæddirnar, men hon verður ikki keypt enn. Hon kostar uml. 200.000. krónur. Uttanfyri er eisini ávíst arbeiði eftir at gera.
Hann takkaði bæði fyri fíggjarliga stuðulin og fyri arbeiðið við at gera húsið liðugt.
Til síðst var bjóðað til drekka, og møguleiki var fyri at síggja ovaru hæddina.
Hanni og Elly Højgaard, sum eru 96 og 92 ára gomul vóru eisini á møtið. Tey gleðast yvir nýggja húsið og síggja eisini fram til, at ovara hæddin verður liðug.