Missiónsvika í Fámjin
Eisini í Suðuroy hava missiónsvikur verið hildnar tær síðstu vikurnar aftan á drúgvan steðg. Møtir hava verið á Tvøroyri, í Sandvík og í Hvalba.
Seinasta vikuskifti var so ein stutt missiónsvika í Fámjin. Møtini vóru hildin í kirkjuni, og væl av fólki møtti. Tað er soleiðis, at í Suðuroy eru missiónsvikur felagsmøti fyri oynna. Tá eru eingi onnur møti í missiónshúsunum í oynni, fyri at fólkið kann savnast um missiónsvikuna.
Sum oftast koma talarar norðanífrá at vitja til missiónsvikurnar. Til møtini í Fámjin vóru tað Hendrik Olsen úr Hósvík og trúboðarin hjá Heimamissiónini, Carsten Mikkelsen av Skála, sum talaðu. Mansbólkurin og Streingjakórið í Porkeri sungu til møtini.
Fámjiningar vóru blíðir og bjóðaðu eisini ein drekkamunn aftan á møtini.
Næstu felagsmøti á skránni í Suðuroy eru páskamøtini, sum í ár verða hildin í Porkeri.