Missiónsvika í Gøtu hesa vikuna

Hesa vikuna er missiónsvika í Gøtu. Tað er Missiónshúsið Bethania, sum skipar fyri, og møtini verða hildin í kirkjukjallaranum við Gøtugjógv.

Missiónsvikan byrjaði sunnukvøldið við familjumøti, og møti hevur verið hvørt kvøld við talu og sangi.

Skráin fyri restina av vikuni er henda:

Hóskvøldið 21. februar kl. 19:30
Fyrilestur við Ole Rabjerg frá agape.dk
“Nærsambond – ein framúr uppfinning. Um nærsambond við Gud og menniskju.”

Fríggjakvøldið 22. februar kl. 19:30
Møti við Atla Rasmussen
KFUM & K kórið úr Klaksvík syngur
Innsavnan til Kirkjuliga Missiónsfelagið.

Leygarkvøldið 23. februar kl. 19:30
Møti við Mariusi Jacobsen
Manskórið úr Rituvík syngur

Sunnudagin 24. februar
Kl. 12:00
Altargongdsgudstænasta við Ova Brim, presti
Sunnudagsskúli verður í kirkjukjallaranum
Kl. 18:00
Møti við Ova Brim, presti
Bethaniakórið syngur
Nátturði verður eftir møtið
Innsavnan til nýtt missiónshús

 

Bønarløta er hálvan tíma áðrenn møtini.
Drekka er eftir hvørt møti.
Barnaansing verður leygarkvøldið og sunnukvøldið.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

 

“Sí, Guds lambið, sum ber synd heimsins” (Jóh 1,29).

LES EISINI  Gongur spakuliga framá í Gøtu
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina