Missiónsvika í Haldórsvík frá hóskvøldinum

Frá 8. til 11. november verður missiónsvika í Vík. Møtini verða hildin í í Avhaldshúsinum.

 

Skráin fyri missiónsvikuna er henda:

Hóskvøldið 8. november klokkan 19.30:

Møti við Frelsunarherinum

Fríggjakvøldið 9. november klokkan 19.30:

Ólavur Jacobsen talar
Marita, Johanna og Halgerð syngja

Leygarkvøldið 10. november klokkan 19.30:

‘Syngið við kvøld’ við Harmonikuvinum

Sunnudagin 11. november klokkan 12.00:

Gudstænasta við altargongd í kirkjuni. Bergur H. Bjarkhamar prædikar

Sunnukvøldið 11. november klokkan 18.00:

Møti við Oasubrøðrunum
Innsavnan

Bønarløta verður hálvan tíma áðrenn hvørt møti, og møguleiki fyri forbøn verður aftaná hvørt møti. Eisini verður ein góður drekkamunnur eftir hvørt møti.

Øll eru hjartaliga vælkomin á møti í Avhaldshúsinum í Vík.

LES EISINI  Nú byrja missiónsvikurnar 
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina