Missiónsvikan á Skála byrjar sunnudagin

Við orðunum hjá Jesusi í Matteus-evangeliinum 7,7 bjóðar Meinigheitshúsið á Skála til missiónsviku frá sunnukvøldinum og alla næsta viku: “Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum.”

 

Lagt verður fyri við einum familjumøti sunnukvøldið 3. februar kl. 17. Tað er Jóna Hansen, sum hevur tað møtið. Aftaná verður nátturði.

 

Skráin fyri næstu vikuna er henda:

Mánakvøldið 4. februar kl. 19:00: Bønarmøti

 

Týskvøldið 5. februar kl. 19:00: Møti við Suna Justinussen

Laila, Jóhannus og Elly syngja.

 

Mikukvøldið 6. februar kl. 19:00: Møti við Johild Finnsson

Effata syngur

 

Hóskvøldið 7. februar kl. 19:00: Møti við Jógvani Højgaard

Streingjakórið á Skála syngur. Innsavnan til Tæn Afrika.

 

Fríggjakvøldið 8. februar kl. 19:00: Møti við Mariann D. Poulsen

Jóhanna & Terji syngja

 

Leygarkvøldið 9. februar

Kl. 19:00: Møti við Andriasi Magnussen

Kvinnukórið í Emmaus syngur

Kl. 21:30: Sang- og vitniløta

Øll fáa pizza aftaná

 

Sunnudagin 10. februar:

Kl. 11:00: Gudstænasta við altargongd við Símuni P. Jacobsen

Streingjakórið á Skála syngur

Kl. 18:00: Møti við Símuni P. Jacobsen

Skálafjarðar Sløkkilið syngur. Innsavnan til Meinigheitshúsið.

 

Bønarløta er hvørt kvøld ein hálvan tíma áðrenn møtið.

Drekkamunnur er eftir møtini

Barnaansing er fyri børn undir skúlaaldri fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnukvøldið.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin!