Missiónsvikuskifti í skúlanum í Funningi

15.-17. november verður missiónsvikuskifti í skúlanum í Funningi.

Fríggjakvøldið klokkan 19.30 er møti. Árni Jacobsen úr Leirvík talar, og Tofta streingjakór syngur. Eftir møtið verður drekka.

Leygarkvøldið er aftur møti klokkan 19.30. Hjalmar Hansen úr Rituvík talar, manskórið úr Rituvík syngur. Drekka verður aftaná.

Sunnudagin verður fyrst messa klokkan 12 við Jonhard Jógvanssyni.

Klokkan 17 er møti, har Jákup E. Petersen talar, og Fuglafjarðar manskór syngur. Innsavnað verður til Heimamissiónina, og eftir møtið verður drekka.

”Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guds børn, teimum, sum trúgva á navn hansara” (Jóh 1,12).

Øll eru hjartaliga vælkomin!

 

Hav Jesus við í neyð og trongdum,

hann ljós í myrkri tendra vil,

ert tú í tankabúri stongdum,

er hann bert hjá tær, so ber til!

Hav Jesus við í sorgar tíðum,

søk troyst hjá honum nátt sum dag;

hann uggar teg við brosum blíðum,

so sálin verður fró og glað!

LES EISINI  Ein signað missiónsvika í Hósvík

 

Hav Jesus við í tíni gleði,

gleð teg í honum hvønn ein dag;

og gakk bert eftir hansar` vegi,

tí eina tá er sálin glað!

Bert hjarta títt vil hansar`vera,

so eigur hann teg, sum tú ert,

so signar hann tað, tú manst gera,

og fylgir við tær, hvat tú fert.

 

Hav Jesus við, tá tú ert heima,

og lívið gongur vanaferð;

hann vil, tað mást tú aldri gloyma,

tá í tær fremja sína gerð!

Men tykist tær, at dagsins byrði

teg nívir meira tung og kleim,

hav Jesus við – hin góði hirði

ber teg – og byrðuna brátt heim!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina