Mítt álit á Harran hvílir

Eftir Harranum eg havi trúliga bíðað, og hann seg boygdi til mín og hoyrdi mítt róp. Hann dró meg upp úr undirgangsins djúpi, úr tí botnleysa díki; hann setti mínar føtur á klettin og gjørdi føst míni fet.” 
Sálmarnir 40, 2-3

Ja, Harrin hoyrdi mítt róp og gav mær vón um at liva lívið, Harrin sá mína neyð, sum eg var í og broytti mítt fokus upp á klettin, nútíðina og framtíðina.

Til tíðir et tað neyðugt at GÓÐTAKA og ikki at grunda á hví hetta/hví hatta.

Sinnisstøðan hevur ávirkan á lívið hjá menniskjum og tað er eingin munur á, um tað er samtíð fyrr og nú, menniskja hevur sínar veikleikar, sínar styrkir og sínar sigrar.  

Hví henda boðskap?,  Tí at vit skulu liva í vón og í trúgv, at Jesus Kristus er risin upp og livir. Ja, hann livir, og vit hava hann í Orðinum, í bønini og ímillum okkum í Heilaga anda sínum.

Les Jóh. 10, 22 – 39

Her sigur Jesus seg vera Messias og eitt við Faðirinum;

“ Hvussu leingi vilt tú halda sál okkara í óvissu ? “ spurdu Jødarnir Jesus.

“ Ert tú Kristus, tá sig okkum tað beint fram! “ Hetta kom sum eitt neyðarróp frá Jødunum.

Tað var ikki Jesus, sum helt sál teirra í óvissu. Jesus segði “eg havi sagt tykkum tað, og tit trúgva tí ikki.

Tíanverri er tað nógv menniskju, sum eru óttafull í sínari sál, leita eftir friði og leita eftir tryggleika – eisini í dag – men hoyr  hvat Guds orð sigur: “Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki!”

Um so er, at Guð er til, hví sigur Hann tað ikki beint fram? Tað verður prædikað um ein kærleiksfullan Guð, hvar er hesin Guð? Hvussu kann ein kærleiksfullur Guð lata alt ganga um seg, sí heimin í dag?  Tað hevur ongantíð sæð so myrkt út fyri menniskjum sum í dag. Hvar er Guð? Hví grípur Hann ikki inn og bjargar heiminum? Hvussu leingi vil Hann halda sál okkara í  óvissu ?

Her eru nógvir spurningar, men eins og Jødarnir spurdi í sínari samtíð, verða somu spurningar settir í dag. Men tey eru ikki greið yvir, at tað er ikki Guð, men tað er teirra egna vantrúgv, sum heldur sál teirra í ótta. Jesus segði “ men tit trúgva ikki, tí at tit eru ikki av mínum seyðum ? “

Hvat meinar Jesus við, tá ið hann sigur, at tit eru ikki av mínum seyðum ? jú, tí at tit hava ikki meg sum  HIRÐA.

Jú sanniliga er ætlan Guds at bjarga heiminum. Hann er tolin og gevur náði yvir náði, hvønn dag, fyri at trúarhjarta hjá tí einstaka menniskjanum skal fáa møguleika at koma til Hirðan.

Vit fáa svar upp á allar spurningarnar, ið eru nevndir her omanfyri í Jóh. 3, 16 – 17:

Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. Tí at ikki sendi Guð sonin í heimin, til tess at hann skal døma heimin, men til tess at heimurin skal verða frelstur við honum.

Jesus sigur í Matt. 13, 15 – “Tí at hjartað á hesum fólki er vorðið deyvt, og við oyrunum hoyra tey tungliga, og eygu síni hava tey latið aftur, til tess at tey ikki mega síggja við eygunum og hoyra við oyrunum og skilja við hjartanum, og venda um, so at eg kundi fingið grøtt tey.«

Harrin hoyrdi mítt róp og gav mær vón um at liva lívið, Harrin sá mína neyð, sum eg var í og broytti mítt fokus upp á klettin, nútíðina og framtíðina.  

Í Jóh. 12.48 stendur: “Tann, sum vanvirðir meg og ikki tekur við orðum mínum, hevur tann, sum dømir hann: orðið, sum eg havi talað, tað skal døma hann á evsta degi.


Men Jesus segði við teir Jødar, sum høvdu tikið við trúgv á hann:  “… »Um tit verða verandi í orði mínum, tá eru tit av sonnum lærusveinar mínir, og tit skulu læra at kenna sannleikan, og sannleikin skal fría tykkum.«” 

Um tí sonurin fríar tykkum, tá skulu tit verða av sonnum frælsir.
AMEN

Skrivað hevur Andreas Andreasen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina