Morguncafé á Toftum í morgin

Tabor á Toftum skipar nú fyri morgunkaffi. Fyrstu ferð verður longu í morgin kl. 10 til 12.

Í mong ár hevur Tabor skipað fyri seinnapartssamkomu, men fyri at røkka fleiri verður tiltakið nú latið í nýggjan ham og flutt til fyrrapart.

Á skránni verður hugnalig samvera, kaffi, prát og andakt. Er tørvur á bili, kann ein ringja á telefon 225836. Øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyriskipararnir at enda.

LES EISINI  Tabor á Toftum fingið nýggjan formann
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina