Møtir verða send beinleiðis á Trúboðin.fo
Vegna boðini frá myndugleikunum í morgun, verða eisini møtir í ymisku missiónshúsunum avlýst komandi tvær vikurnar. Vit fáa framvegis boð um avlýsingar, og enn hava vit ikki endaligt yvirlit yvir støðuna.
Kortini vita vit, at okkum tørvar at hoyra Guds orð og at verða saman við øðrum menniskjum. Og tað er kanska júst nú, meðan eitt virus breiðir seg um allan heimin og broytir mong viðurskiftir, at tann tørvurin er størstur.
Í Tabor á Toftum hava tey í fleiri ár við góðum royndum sent síni møti beinleiðis á netinum. Trúboðin hevur gjørt eina avtalu við Tabor og komandi vikurnar fara vit á trubodin.fo at senda beinleiðis úr Tabor hvønn sunnudag klokkan 18.00. Áhoyrarar verða ikki tilstaðar í salinum, men øll kunnu fylgja við á Truboðin.fo Á møtunum verður felagssangur og tala.
Felagsskapur er umráðandi
Lívið liva vit saman og einsemi er als ikki gott fyri okkum menniskju. Vit eru skapt til at vera saman við Gudi og saman við hvørjum øðrum. Tí gevur Jesus okkum hesi týdningarmiklu boð, at elska Gud av hjarta, sál og huga og elska næstan sum sjálvan seg. Her á Trúboðanum kunnu vit lættliga boða Guds orð, men tað er torførari at skapa ein livandi felagsskap. Eitt hugskot er tí, at tit umhugsa at samlast á annan hátt – í smáum bólkum ella tvey hjún, møtast tvær ferðir um vikuna til ein kaffimunn, har tit tosa um Guds orð og deila tykkara vitnisburð. Tit kunnu eisini seta tykkum nøkur saman at hyggja at møtunum á trubodin.fo.
Vit vilja eisini heita á tykkum at fylgja við um nakar í grannalagnum tørvar eina hjálpandi hond í komandi tíðini. Gud hevur ígjøgnum nógv ár víst okkum, at tá hann er við okkum, kann einki vera ímóti okkum. Sjálvt ikki sjúkur. So stutt sagt: Lít á Gud, ansa tær og elska næstan. Tað er altíð ein góð meginregla at fylgja.
Sunnudagin klokkan 18.00, verður vónandi fyrsta møti úr Tabor at síggja á trubodin.fo. Skuldi tað hent, at tekniskir trupulleikar verða í byrjanini, so kanst tú altíð síggja møtið á facebooksíðuni hjá Tabor. Andrias Magnussen, aðalskrivari talar til tað fyrsta møti.