Móttøka á Blákrossheiminum í dag
Í dag, fríggjadag, klokkan 15 verður almenn móttøka á Blákrossheiminum á Nesi fyri Olgu Magnussen, fráfarandi leiðara, og Jüttu Olsen, komandi leiðara.
Í tíðindaskrivi sigur Blái Krossur Føroya, at Olga Magnussen hevur verið ein trúfastur leiðari á Blákrossheiminum í 18 ár. Í 2001 var hon sett sum leiðari á Blákrossheiminum, sum tá var í Lynggøtu 12 í Tórshavn. Har var hon leiðari í 13 ár, áðrenn stovnurin flutti inn á Nes. Olga var við í tilgongdini at sniðgeva og innrætta nýggja Blákrossheimið, sum læt upp í 2014. Olga hevur eisini verið við til at menna viðgerðartilboðið til tað, tað er nú.
Umframt at leiða Blákrossheimið hevur Olga verið sera virkin í altjóða felagsskapinum ‘Blue Cross International’ og arbeitt fyri, at Føroyar stuðla felagsskapinum í arbeiði teirra.
Jütta Olsen er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur verið í starvi sum varaleiðari á Blákrossheiminum í 10 ár. Undanfarna árið hevur hon verið leiðari, meðan Olga hevur verið í farloyvi.
Umframt tann stuðul, Jütta hevur víst Olgu, ta tíð, hon hevur verið varaleiðari, hevur hon eisini verið við frá byrjan við arbeiðinum ‘DAT UNG’ – viðgerðartilboð til ung – og ment tað, soleiðis at tað nú er ein viðurkend viðgerð í Føroyum. Les meira um ‘DAT UNG’ her.
Móttøkan verður í dag 30. august klokkan 15 til 18 á Blákrossheiminum á Nesi. Blái Krossur vil takka Olgu Magnussen fyri tað arbeiði, hon hevur gjørt fyri felagsskapin, og alment seta Jüttu Olsen í starv sum nýggjan leiðara á Blákrossheiminum á Nesi.
Øll eru hjartaliga vælkomin.