Móttøka fyri nýggja aðalskrivaranum
Leygardagin 4. november kl. 14:00-15:30 verður móttøka fyri nýggja aðalskrivaranum í Kirkjuligu Heimamissiónini, Jákup Brúsá, í samband við at Stórmøtini eru sama vikuskifti í høllini á Giljanesi.
Móttøkan verður hildin í skúlanum á Giljanesi, har Stórmøtini eisini eru ígjøgnum alt vikuskifti.
Kaffi og kaka er at fáa, og høvi verður eisini at heilsa uppá nýggja formannin í høvuðsstýrinum.
Aftaná móttøkuna verður serstakt sangtiltak í høllini á Giljanesi við gospelkórinum VOX kl. 16:00. Síðan verður boðið til nátturða, áðrenn Stórmøti byrjar kl. 19:00.