Myndarøð: 750 fólk á felags SAT-7-sunnudagsskúla í Nesvík
Um vit siga, at tað serliga vóru tey vaksnu og tey ungu, ið tóku nýggju høllina og felagsøkið í Leguhúsinum í Nesvík í nýtslu leygardagin, vóru tað serliga barnafamiljurnar, ið fyltu karmarnar sunnudagin! Tá var stórur felags sunnudagsskúli, og um 750 fólk vóru við, stórur partur av teimum børn. Glaður barnasangur og tónleikur rungaði í høllini, og í grundini var høllin longu í minna lagi til góðu undirtøkuna, tí verri enn so øll fingu sitipláss í høllini. Men skjótt verður klárt at síggja og hoyra tað, ið fer fram í høllini, í matsalinum og aðrastaðni í húsinum; har vantar einans ein lítil tøkniligur smálutur.
Rita Elmounayer, nýggi stjórin hjá SAT-7-sjónvarpsrásini í Miðeystri, greiddi børnunum frá um SAT-7. Ikki minst segði hon fleiri hjartanemandi søgur um børn, ið hugdu at sendingunum kring Miðeystur og Norðurafrika, og sum liva undir heilt øðrum korum enn føroysk børn. Malan Kjærbo týddi til føroyskt. Umframt felagssang sang felagskórið frá barnasangfagnaðinum seinasta heyst, eins og eitt felagskór úr Sørvági, av Toftum og av Strondum. Eftir sunnudagsskúlan fingu børnini SAT-7-ballónir, ís og sunkist, og tey vaksnu fingu ein drekkamunn.
Góðu myndirnar hevur Eyðbjørn Jacobsen tikið.
Lurta eisini eftir prátinum (á enskum), sum Jákup Justinussen hevði við Ritu Elmounayer í Studio Nesvík.
Við á ferðini var eisini Kurt Johansen, aðalskrivari hjá SAT-7 í Europa og Asia, og ein samrøða við hann verður í sendingini Credo hjá Kringvarpi Føroya í næstum.