Poddvarp: Prát við Ritu Elmounayer, stjóra á Sat-7

Í hesum poddkastinum prátar Jákup Justinussen við Ritu Elmounayer, stjóra á kristiligu sjónvarpsrásini Sat-7, í samband við at hon hevur vitjað í Føroyum saman við Kurt Johansen, aðalskrivara í Sat-7 Evropa og Asia.

Rita hevur arbeitt fyri Sat-7, síðan tað byrjaði í 1996, og hon er sera eldhugað um hetta arbeiðið, ið røkkur út til milliónir av fólki kring alt Miðeystur og Norðurafrika. Hon fortelur ymsar søgur, um hvussu flóttabørn úr Sýria fáa skúlaundirvísing ígjøgnum sjónvarp.

Hoyr millum annađ um, tá hon vitjaði eina flóttafólkalegu í Beqaa-dalinum í Libanon, har ein familja bjóðaði henni inn í sítt 4x4m stóra telt, ið hýsti eini familju við 8-10 børnum. Einki var í teltinum uttan madrassur á gólvinum og eitt sjónvarp í krókinum. Og børnini ynsktu sær einki meira enn at sleppa í skúla.

Prátið er á enskum.

Les eisini:

LES EISINI  "Men Gud greb ind" 8. partur - Nicoline Simonsen

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina