Nýggj kanning vísir, at Sat-7 Kids hevur stóra og jaliga ávirkan á arábisk børn

Miðeystur og Norðurafrika vaksa skjótt í fólkatali. Stór kanning avdúkar, at alsamt fleiri arábisk børn hyggja at Sat-7 Kids, og samstundis svarar ein vaksandi partur av foreldrunum, at rásin hjálpir børnum teirra.

Hyggjaraskarin av børnum, sum hyggja at arábisku rásini, er í seinastuni vaksin við 21 prosentum, og mett verður, at umleið 6 milliónir børn regluliga hyggja at sendingunum.

Nýggja kanningin er frá 2018 og er gjørd av leiðandi marknaðarkanningarfelagnum IPSOS. Kanningin vísir eisini, at umframt at læra børnini um Jesus stimbrar rásin eisini børnunum til at vísa góða atferð og góð virðir. Eitt slíkt gott og positivt aftursvar frá foreldrunum eggjar eini kristnari sendirás at halda áfram, tá hugsað verður um, at nógv tann størsti parturin, sum sær sendingarnar, eru ikki-kristnir hyggjarar.

Positivitetur og friður

Dr. Terence Ascott, stovnari og leiðari fyri Sat-7 sigur: ”Við hesi kanningini hava vit staðfest, at foreldur kenna, at børn teirra fáa eina jaliga ávirkan á lívið, sum gevur teimum eina kenslu av friði, hóast tey í nógvum førum liva í krígsherjaðum økjum. Eisini hjálpir skúlaundirvísingin teimum víðari við at læra, læra… læra.”

LES EISINI  2020 bleiv árið, har hyggjaratalið á Sat7 rásunum, setti met

Yngstu Sat-7 Kids hyggjararnir búgva í londum, har familjan hevur brúk fyri góðum og gevandi stuðli. Vit síggja størsta hyggjaratalið ímillum hesi smáu, undir 4 ár, í krígsherjaða Sýria, Algeria og Marokko, har ringt er at fáa eyga á tilfeingið hjá kristnum børnum.

Bøta umstøðurnar hjá teimum ungu

Spennandi er at síggja, at 8,6 milliónir hyggjarar í øllum aldri trúliga fylgdu við undirvísingarrásini ACADEMY á arábiskum seinasta árið. Dentur verður lagdur á at læra tey ungu at seta kritiskar spurningar, og læra tey tey góðu sosialu virðini, eitt nú tolsemi, sum er neyðugt fyri at kunna uppbyggja eitt betri samfelag at liva í. ACADEMY gevur holla skúlaundirvísing til tey, svarandi til 4.-5. flokk,  sum annars onga skúlaundirvísing høvdu fingið.

Her ger undirvísingarrásin My school seg eisini galdandi við 1,5 milliónum trúføstum hyggjarum. Her vísir kanningin, at minst 70 prosent av børnunum, frá forskúla til 3. flokk, trúliga fylgja undirvísingini dagliga ella í minsta lagi 1 ferð um vikuna.

LES EISINI  Síðst í apríl vitjar nýggi leiðarin hjá Sat-7, Rita Elmounayer, Føroyar

Hetta merkir, at 1,5 milliónir arábisk børn regluliga fáa vitan og førleikar, sum menna tey og geva teimum betri møguleikar at klára seg í lívinum. Eisini foreldrini fylgja við sendingunum og læra saman við børnunum. Sat-7 hevur ætlanir um at menna frálæruna gjøgnum ACADEMY enn meira og á tann hátt at víðka um og styrkja ávirkanina.

IPSOS-kanningin undirstrikar eisini, at vøkstur er í internetbrúkinum, sjálvt í flóttafólkalegunum, so ætlanir eru eisini at víðka um og menna My School-undirvísingina við einum e-læru-platformi.

Umbroyting

Hesi stimbrandi tøl undirstrika, at Sat-7 hevur sítt fokus á børn og ung, sum eru framtíðin í hesum stóra øki, sum Miðeystur og Norðurafrika eru.

Rita Elmounayer, komandi stjóri fyri Sat-7, sigur: “Um bara eitt av øllum hesum nógvu børnunum, sum njóta gott av sendingunum hjá Sat-7, veksur og gerst ein góður og sterkur leiðari fyri sítt land, kann hetta broyta alt Miðeystur. Alt, vit gera – alt sáð, ið verður sáað – er tað vert.”

LES EISINI  Vón í eini ófrættakendari tíð

Tølini í hesari kanningini frá 2018 vísa vøksturin í mun til tølini frá 2016.

Leggjast kann afturat, at Sat-7 Kids eisini sendir á turkiskum máli og á farsi, sum verður tosað í Iran. Kanningin varð gjørd á tí arábisku rásini.

 

Kelda: Sat-7

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina