Forfylgd vegna trúgv sína

Ímynda tær, at tú onki samband hevði við nakra kirkju, samkomu ella onnur trúgvandi.

Ímynda tær, at tú ikki kundi sungið lovsong, meðan onnur hoyrdu, uttan at vera í vanda fyri at verða sett í fongsul ella tað, ið verri er.

Ímynda tær, at tú hevði verið noydd til at fjalt tína trúgv fyri teg sjálvan, sum ein loyndardóm bæði fyri tíni egnu familju og vinum.

Trúgvandi í tí persiskt-tosandi heimspartinum merkja ofta mismun og forfylging fyri trúgv sína. Revsitiltøk móti nýggjum trúgvandi, sum koma saman alment ella royna at siga øðrum frá síni sannføring og persónligu trúgv á Jesus, kunnu vænta sær fongsulsrevsing ella í ringasta føri deyðarevsing.

Tíðindi frá Sat7:

Vit fáa hundraðtals uppringingar um mánaðin frá Sat-7-hyggjarum, sum biðja um stuðul og forbønir, tí tey eru í vanda ella kenna seg einsamøll.

“Takk fyri tykkara vinsemi og stuðul, tit eru ein veruligur styrkur og uggi. Eg eri ógvuliga einsamøll og havi ongan kristnan felagsskap. Tá tit svara mær, verði eg styrkt í trúnni, væl vitandi at Harrin ongantíð letur meg vera einsamalla. Tit eru mín familja, og eg elski tykkum” sigur Ramesh úr Iran.

LES EISINI  Meira enn 300 kristin dripin í Nigeria síðani februar

Vit geva Gudi æruna fyri, at satelitt-sjónvarp er ein tann mest virkni mátin at koma í samband við ein trúgvandi sum Ramesh. Hetta sambandið kann ikki sensurerast av landsins leiðslu, og vit kunnu geva viðkomandi neyðuga hjálp og undirvísing ígjøgnum okkara skráir, sum millum annað fevna um sálarrøkt og bíbliuundirvísing og soleiðis hjálpa viðkomandi at vaksa í trúnni.

Tað er ikki lætt hjá okkum, sum hava trúarfrælsi, at ímynda okkum, hvussu lívið hjá Ramesh myndar seg. Men vit kunnu vera við til at biðja fyri hesum, sum verða forfylgd fyri sína trúgv, og geva gávu til kristnu sjónvarpsrásina, so hon framvegis kann stuðla hesum trúgvandi.

 

Sunnudagsskúlarnir hjá Kirkjuliga Heimamissiónini hava stuðlað serligu barnarásini Sat-7 Kids seinastu átta árini, og til ber at flyta stuðul til hesa meiningsfullu rásina á kontu: 6460-182.900.0 og viðmerkja “Sat-7 Kids”.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina