Myndir frá mansleguni

Seinasta vikuskifti vóru 180 menn savnaðir til manslegu í Nesvík. Tað vóru nakrir góðir og spennandi dagar, har danski presturin og rithøvundurin, Henrik Højlund, vitjaði. Hann hevði tríggjar bíbliutímar og prædikaði eisini til gudstænastuna í Norðskála Kirkju.

Manslegan hevur nógvar góðar siðvenjur, sum ikki vóru gloymdar hóast legan í fjør mátti avlýsast. Hitapottar, grind og spik umframt eitt festkvøld við undirhaldið og góðum mati var tí sjálvandie eisini á skránni í ár. Tað var Sjúrður Skaale, sum undirhelt, meðan Terje Vestergaard framførdi nakrar sangir til festkvøldið

Seinnapartin leygardagin var møguleiki at luttaka á nøkrum aktivitetum. Nakrir vandu nakrar sangir, sum vóru sungnir til eina sangløtu seinni um kvøldið, meðan aðrir fóru túr við Pól Sundskarð á ein fjalltúr norðanfyri Saksun.

Komandi tíðina verða bíbiutímarnir hjá Henrik Højlund lagdir út á Trúboðan. Fyrsta bíbliutíman kanst tú hoyra HER.

LES EISINI  Bið - eisini tá ið Gud tykist tigandi -  Bíbliutímar frá Mansleguni 2021 
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina