Myrthley 100 ár

15. august 1924 varð genta fødd á Nesi í Vági, sum fekk navnið Myrthley Helen Splidt. 
Hósdagin 15. august verða tað 100 ár síðani, og Myrthley livir enn og er væl fyri.

Myrthley vaks upp á Nesi. Sum ung genta flutti hon til fastur sína í Vági, har hon eisini gekk í skúla. Myrthley var nummar fýra av níggju systkjum. Pápin sigldi, so mamman hevði nógv at gera.Hon var tí verandi hjá fastrini, til hon var 15 ár, og hon flutti tá aftur á Nes at búgva. 
Sum 22 ára gomul, í 1947, flutti hon til Reykjavíkar. Har búði ein systir, og har fekk hon arbeiði á matstovu og seinni í handli. Hóast henni dámdi væl arbeiðið, var hon noydd at gevast sum 55 ára gomul vegna astmu. Síðan hevur hon ikki verið í løntum arbeiði.

Hitti Steine

Meðan Myrthley arbeiddi í kiosk í Reykjavík, hitti hon drong av Ísafirði. Hann var sjómaður og sigldi út frá Reykjavík. Hann fekk gott eyga á fittu og fryntligu føroysku gentuni í kioskini og bjóðaði henni út. Sum svar fekk hann: Nei takk! 
Tolin trívst, sigur orðatakið, tí seinni segði hon “ja” til innbjóðingina. Vinalagið vaks og styrknaði teirra millum, og 3. august í 1962 giftust Myrthley og Thorstein Helgason, vanliga róptur Steine. Hann sigldi við fiskiskipum og seinni við oljuskipi, áðrenn hann legðist upp á land og arbeiddi við at byggja hús. Hann doyði í 2011. Myrthley eigur dóttrina Mary Jane, 3 ommubørn, 4 langommubørn og eitt oldurommubarn. Tey búgva í Svøríki og í Danmark.

LES EISINI  Jesus hevur verið trúgvur – eisini í mótgongdini, sigur 100 ára gamla Lena Joensen

Virkin í Sjómansmissión

At skrivað verður um Myrthley her, kemst mest av hennara arbeiði fyri føroyskari Sjómansmissión í Reykjavík. Myrthley var virkin til møtir á Sjómansstovuni í Skúlagøtu frá 1958. Hon var ein av 15kvinnum, sum 21. september í 1966 vóru við til at setasjómanskvinnuringin á stovn. Hon er enn við í sjómanskvinnuringinum, sum savnast á Ørkini umleið fjúrtanda hvønn dag í vetrarhálvárinum. Harafturat møtir hon trúføst upp til føroyskar gudstænastur og til møtir, hugnaløtur og annað á Ørkini.Har hevur hon eisini vitnað um frelsara sín, Jesus Kristus. Hon býr í eldraíbúð í einum blokki í Reykjavík og hevur íbúð við síðuna av bróðrinum, Jens Péturson. Tey hava stóra gleði av hvørjum øðrum og fylgjast ofta.
Áhugin fyri Ørkini er stórur enn, tí tá vindeyguni vórðu skift í apríl mánaði, komu Myrthley og Jens at vitja, heilsa uppá smiðirnar og hyggja eftir, hvussu gekst.
Myrthley er sera væl fyri mentalt og sosialt, hóast knøini eru blivin gomul. Hon er sera glað, fyrikomandi, skemtingar- og prátingarsom. Harafturat er hon altíð væl ílatin, við skreytlutum og reyðum neglum. “Jú, fínt skal tað vera!”

Ætlar at gerast elli gomul

Til stuttleikar kann nevnast, at Myrthley mangan hevur sagt, tá ið tosið kom inn á aldur, at hon ætlar at gerast 110 ár. Tað eru minst tvey ár, síðan hon bjóðaði undirritaða og øðrum í 100 ára føðingardag og bílegði høli til føðingardagin. Jú, hon hevur lívsmót og ynskir at liva.
Hon hevur óivað arvað góðar eginleikar, tá um aldur ræður. Mamman gjørdist 102 ár, mostirin gjørdist 100 ár, bróðirin og grannin, Jens, er 102, og bróðirin, Hans Pauli, gjørdist 98 ára gamal.

LES EISINI  Trina Viderø 100 ár  

Góða Myrthley Helen Helgadóttir. Hjartaliga til lukku við teimum 100 árunum. Takk, at tú ert tú, ert nøgd við tað og ert takksom. Takk at tú, í orði og verki vitnar um Jesus, frelsara tín.

Takk fyri títt arbeiði í sjómanskvinnuringinum, arbeiðið í sambandi við byggingina og rakstur av 
Sjómansheiminum, og fyri trúfesti í sambandi við kristiliga arbeiðið á og út frá Ørkini.

Takk fyri vinalag og gott hjartalag. Vónandi fært tú nøkur góð ár afturat.

Jesus signi lívskvøld títt og tíni. 
Heilsanin skal enda við orðunum hjá Ásafi í Sálmi 73,28: 
– Men mítt góða er at vera Gudi nær, til Harrans seti eg mína lít!

Føðingardagurin verður hildin á Hotell Ørkini í Reykjavík leygardagin 17. august frá kl 14 – 18. Øll eru vælkomin.

Torleif Johannesen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina