Náðistólurin

“Tí, kæri lurtari! Bint frið! Lat frið falla á teg! Set teg væl til rættis í stólinum, í náðistólin, sum Gud hevur givið tær í gleðíboðskapinum. Her kanst tú veruliga rinda møðina!”

Nakað soleiðis orðaði hann seg, útvarpsprædikumaðurin, sum eg hoyrdi um fyri tíð síðan. Tað var ivaleyst væl meint. Men ímyndin um náðistólin sum ein “evangeliskur lenistólur “ hevur lítið samband við Bíbliunnar egna brúk av orðinum.

Hvat er Náðistólurin? Vit finna Náðistólin í Tjaldtemplinum í Ísrael. Halgidómurin, har Gud sjálvur búði í sínum fólki. Náðistólurin var lokið á Sáttmálaørkini, ein merkisgripur, sum stóð í Tí allarheilagasta í Tjaldtemplinum.

Í Aðru Mósebók 25,21-22 tosar Gud um Náðistólin: “Og tú skalt leggja sáttarlokið oman yvir ørkina; og niður í ørkina skalt tú leggja vitnisburðin, sum eg vil geva tær. Har skal eg koma á fund við teg; og út frá sáttarlokinum millum báðar kerúbarnar, sum eru á vitnisburðarørkini, skal eg kunngera tær øll tey boð, ið tú skalt flyta Ísraelsmonnum.“

Náðistólurin tríggjar týdningar.

Fyrst: Náðistólurin var ein møtistaður. Her møttu menniskju Gudi. Ísraelsfólkið møtti Harranum. Syndarin møtti tí Heilaga Gudi.

LES EISINI  Barnakorsins Andi

Síðani: Náðistólurin var ein sáttarstaður: Blóðið frá tí óseka djórinum varð slett á lokið. Ein vitnisburður um, at eitt djór hevði ofrað lívið fyri sek menniskju.

At enda: Náðistólurin var ein fundarstaður: Her boðaði Gud fólkinum alt, sum lá honum á hjarta. Her hoyrdi Ísrael Guds hjartamál.

Soleiðis skrivar Paulus í Rómverjabrævinum 3,25 – um Jesus: “Hann, sum Gud setti fram í blóði hansara sum ein náðistól við trúnni, fyri at sýna rættlæti sítt, við tað at Gud í umbæri sínum hevði umborið tær syndir, sum fyrr vóru gjørdar.”

Paulus ger Náðistólin til eina ímynd av Jesu frelsuverki. Jesus er tann nýggi møtistaðurin. Her kann eitt menniskja møta Gudi og fáa skil á síni søk við hann.

Uttan Jesus møta vit Gudi sum dómara. Í Jesusi møta vit honum sum frelsara!

Jesus er tann nýggi sáttarstaðurin. Jesu blóð útinti tað, sum blóðið av djóri ongantíð kundi útinna: Taka burtur synd! Eitt djór kann ikki doyggja fyri eitt menniskja. Men Jesus gekk í deyðan fyri okkum! Okkara revsing og dómur rakti hann. Vit eru frí. Fyri Jesu skuld.

LES EISINI  Nýggja testamenti

Jesus er tann nýggi fundarstaðurin. Her ber Gud fram sítt hjartamál til okkum. Gud elskar syndarar og vil vera góður við teir. Hendan sín kærleika vísir hann í Jesu krossi, tí nýggja Náðistólinum!

Útvarpsprædikumaðurin hevði rætt í einum spurningi: Náðistólurin er ímyndin av friði! Á krossinum varð Jesus ofraður til deyða okkara vegna. Harvið kunnu vit sleppa óttanum fyri Guds dómi: Jesus varð dømdur. Vit eru frí! Hesin boðskapur kann geva tí bangna hjartanum frið!

 

Til umhugsanar…
So stórt, mín Gud, at eg títt barn kann vera
og liva í tí fríu náðipakt!
Tað alt er fullgjørt, eg skal einki gera,
bert hvíla í tí tú hevur sagt.

(Sangboken 360,13)

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina