Nær eru vit nøgd?

Kristian Martin Petersen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Nú ein dagin – veðrið var til vildar at ganga ein túr – legði eg mær leiðina norður í ein tógvhandil, sum eisini selur ís og kaffi. Kenni væl handilsdamuna, sum jú er kona mín. Hesa løtuna høvdu vit fyri okkum sjálvi; kaffi, ísur og so vit bæði og eitt gott prát.

Løtu seinni gekk eg heim aftur í bygdina at halda fram við tí, sum eg dagliga takist við. Gangandi heimeftir hugsaði eg, at eg havi ikki smakkað betri ís enn tað sama. Var væl nøgdur við løtuna.

Tá rann mær ein hending til hugs, tá eg fylti 8 ár fyri 45 árum síðani. Fekk ymiskar føðingardagsgávur, myntir at brúka og seðlar at goyma. Um kvøldið setti eg meg at blaða í teimum reyðu 10-krónuseðlunum, sum vóru nóg nógvir til eitt heilt bunti, 100 krónur. Mettur, væl settur og glaður fór eg til songar.

Eftir skúlatíð dagin eftir fór eg í Sjóvinnubankan, har eg átti eina kontu. Ávegis í bankan taldi eg ovfarakátur seðlarnar í buntinum, meðan eg gekk, men komin hálva leið staðfesti eg, at nú vóru bara níggju seðlar og ikki tíggju, sum eg annars taldi kvøldið fyri. Vendi við og fór hálvgrátandi heim aftur til mammu. Hon uggaði meg og fór í skápið at leita. Vendi sær við og gav mær ein nýggjan seðil, so teir aftur blivu tíggju í tali, og so beina leið norður aftur at seta inn í bankan, væl nøgdur.

LES EISINI  Hevur tú einki gott at siga, so er betur at tiga!

Um kvøldið, tá eg skuldi leggjast, rann dagsins hending fram fyri meg, og tá gjørdist eg aftur eitt sindur keddur og tankarnir sveimaðu um hetta, at væl hevði eg fingið ein seðil afturat, so seðlabuntið bleiv heilt, men so komu tankarnir, at nú kundi eg átt ellivu seðlar!!!

Mamma hjálpti mær at hugsa støðuna av nýggjum og segði, at TÍGGJU var talið, eg skuldi gleðast um, heldur enn at harmast um tann ellivta seðilin, eg kanska ikki átti, tí so fór eg ongantíð at koma á mál at kenna sanna gleði um nakað, segði hon. Síðani minnist ikki annað frá kvøldinum enn hetta, at eg sovnaði væl nøgdur, meðan hon sang fyri mær.

Í Bíbliuni ávarar Prædikarin okkum at leggja máttin í at stríðast við at savna og rúgva saman, sum tað stendur. Vegleiðandi og áminnandi heldur Prædikarin fram í sama andadrátti, tá hann sigur um hetta at savna og leggja í rúgvu: Eisini hetta er fáfongd og eftirsókn eftir vindi!

LES EISINI  Hvussu eru vit salt og ljós?

Duga vit at gleðast um tað, sum er millum hendurnar, ella sóknast vit eftir fáfongd, og royna vit at veiða vind?

Nær eru vit nøgd?

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina