Nakað av báðum

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

“Áh, dett fantastiska veður!” Hesi orðini hava vit hoyrt nógvar ferðir hesar seinastu nógvu vikurnar. Mai og juni hava verið serstakliga góðir í ár. Ongum nýtist at fara av landinum fyri at uppliva summar í ár. Fólk eru so sólbrend, hárið á børnunum er lýsnað hesa síðstu tíðina, og grillirnar hava dúgliga verið ígongd. Hetta er sum í útlondum. Balsam fyri sál og likam! Eg elski slík summar í Føroyum. Tað er sum í paradísi, tá summarið er uppá sítt besta. Eg hevði ynskt, at tað altíð var soleiðis. Tá so regnið og vindurin koma, gerst alt grátt og keðiligt. Man hættar sær ikki útum og gerst eitt sindur dovin og kanska skjótari í ringum lag. Beinanvegin saknar man sólina, ið hitar so væl og gevur okkum óendaliga nógvar møguleikar at stuttleika sær í.

Sólin gevur øllum livandi skapningum vitaminir; hon er ein ómetaliga týdningarmikil partur av vøkstrinum. Men sum tíðin líður, so byrjar at merkjast, at vit hava brúk fyri vindi og regni til at fáa gongd á aftur vøksturin, sum hevur tørv á onkrum meira. Vit síggja, at grasið gulnar, planturnar fara at hanga, algur leggjast á vøtnini og í tær upptornaðu áirnar. Tað er brúk fyri vætu og røring í náttúruni.

Jú, vit høvdu ynskt, at vit altíð høvdu viðgongd í øllum. Lívið er lættast, tá alt gongur sum eftir ánni. Tað er lætt at liva í einum gerandisdegi, har ein hevur tað gott og ikki noyðist at hugsa ov nógv um livibreyð og trivnað. Men tá vit hava tað gott, so slappa vit eisini av. Vit gerast eitt sindur dovin og halda ikki, at nakað kann órógva okkum. Tað er lætt at gerast óansin. Vit gerast djarvari, tí vit halda ikki, at nakað kann røra okkum. Teir andligu verjugarðarnir eru eisini niðri. Tá er tað ofta, at djevulin stendur til reiðar við sínum snildu álopum. Spakuliga lirkar hann ein falskan tryggleika inn í okkara lív og virki, har vit halda, at onkur annars ivasom avgerð, vit skulu taka støðu til, er júst tann rætta. Og í viðgongd er lætt at fáa onnur við!

Vit hava brúk fyri, at tað av og á verður ruskað upp í okkum. Eitt óveður skal til. Viðhvørt heldur onkur fyri, at tað er so gott at ganga úti í illveðri, hava andsperru ella at fáa ilt, tí tá merkir man, at man er á lívi. Tá tú hevur eina sera góða uppliving, mást tú klípa teg sjálvan í armin at vita, um tað nú veruliga er so fantastiskt. Og tað er júst tað, sum skal til. Fyri at vit ikki skulu sovna í vælveruni, so má Gud onkuntíð sláa beinini undan okkum. Vit gloyma so skjótt, hvussu nógv vit í veruleikanum hava brúk fyri honum í øllum lívsins viðurskiftum. Vit hava sent trúboðarar út í fjarskotin lond at boða kristindómin, meðan Europa kanska dovnar meira og meira í sínum marglæti og vælveru. Gud og hansara orð eru skúgvað afturum, tí vit klára okkum væl sjálv, halda vit!

Tá vit møta mótgongd, er tað ikki tí, at Gud revsar. Nei, tá ruskar hann í okkum, so vit ikki missa hann úr eygsjón. Og soleiðis styrkir hann okkum.

Jütta Reynslág, Argir