Nehemia 2019 – Hjúnabandið, hvíludagurin og gevaralyndið

Jákup E. Petersen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Hvat kann nútíðin læra av Gamla testamenti? Ber til at læra nakað? Er hetta ikki bert ein gomul bók, verður viðhvørt havt á lofti. Soleiðis hugsar tú møguliga?

Herfyri vóru evnisdagar í Meinigheitshúsinum í Havn, út frá Nehemia bók. Ein bók, ið nokk má roknast sum ein av teimum minst lisnu, og ein hugsar, hvat ið ein kann fáa burturúr í 2019.

Í stuttum kann tíðin og søgan rundan um Nehemia lýsast sum uppbyggingartíð. Árið er áleið 450 f.Kr., og Ísraelsfólk er í ferð við at venda heimaftur. Tey fáa loyvi til at venda heim úr útlegd í trimum umførum. Fyrst undir leiðslu av Zerubbábel, síðani Ezra og seinast undir leiðslu av Nehemia. Og fyri framman stendur nú ein long uppbyggingartíð fyri fólkið.

Krevur støðumeting og búna leiðslu

Tá ið tosað verður um at byggja upp, kann hetta leiðast yvir á kirkjuligt arbeiði í Føroyum. At eins og Ísraelsfólk skuldu byggja upp tempul, múrar og býir tá, soleiðis skal Guds fólk í Føroyum byggja kirkju í dag. Og fyri at byggja væl, noyðast vit at kenna umstøðurnar. Her er tørvur á búnum leiðslum runt landið, ið søkja Gud og biðja hann um visjónir fyri arbeiðið. Uttan nakað mál, villist arbeiðarin.

LES EISINI  Kirkjulig yvirlýsing um hjúnalag elvir til stórt kjak í Hollandi

Og eitt, ið Nehemia bók kann læra okkara leiðslur í dag, er, at tað er neyðugt at vera sannur um umstøðurnar, kanna væl og gjølla, og síðani loysa veruligu trupulleikarnar.

Sum vit lesa um Nehemia, ið reið út á nátt fyri at kanna, hvussu veruliga stóð til á múrunum, fyri síðani at vita, hvat ið skuldi til fyri at byggja upp.

Hann skavaði ikki útyvir ella lat standa til, men tók fatur í trupulleikarnar, og fór síðani í gongd við at byggja.

Heilt inni í kjarnanum í arbeiðinum at byggja uppaftur finna vit grundarlagið: Guds orð. Vit síggja, hvussu Guds orð – bæði upplisið og viðgjørt – verður sett aftur í miðdepilin av Ezra og Nehemia. Aftaná at Ísraelsfólk í langa tíð høvdu tveitt Guds orð frá sær og dripið profetarnar, so vildu leiðararnir og fólkið nú aftur seta orðið í miðdepilin. Ítøkiliga varð tað gjørt við at lesa upp úr teimum pørtum av Gamla testamenti, ið tá var niðurskrivað, eins væl og tey viðgjørdu, hvussu orðið skuldi virka í teirra lívi.

LES EISINI  Hvíludagur

Hjúnabandið

Og serliga trý øki kravdu átrokandi ábøtur. Hjúnabandið, hvíludagurin og gevaratænastan. Ísraels fólk gjørdu óvikandi sáttmála og venda sær frá at taka sær útlendskar konur, tí tær kundu oyðileggja trúnna, at keypa á hvíludegnum, tí hann skuldi halgast Gudi, og tey vildu ikki svíkja Guds hús, og tískil góvu tey gávur eftir førimuni.

Kundi hetta verið meira viðkomandi fyri Guds fólk í Føroyum í 2019? Vit kunnu spyrja, um ikki allar hesar skipanir hava mist álit og virðing, sum aftur hevur ført til niðurlaging, enntá millum Guds fólk, sum annars átti at gingið á odda og hildið fast?

Kennir tú á tær, at tú ert í tí parlagi/hjúnabandið, tú ert í, bara so leingi tú fært nakað burturúr tí?

Djúpasti trupulleikin og grundleggjandi orsøkin til brot á 6. boð er sjálvsøkni.

Og um parlagið skal vera sunt, krevst, at báðir partar siga og viðganga, at mítt sjálvsøkni er høvuðstrupulleikin í hjúnalagnum/parlagnum.

LES EISINI  Áskoðan kirkjanar á fosturtøku og hjúnaband broytti Europu 

Hvíludagurin og gevaralyndið

Vit kunnu eisini spyrja, um vit nýta hvíludagin til at lesa og viðgera Guds orð, so at tað gerst virksamt í lívinum? So at Guds orð aftur fær myndugleika yvir mínum avgerðum, sjálvsmynd, syndaforstáilsi ella hvørjum øki tað skuldi verið.

Og at enda, hvat avdúkar bankakontan, um vit hyggja aftur á 2018, ja, ella bara seinasta mánað? Sviku vit ”Guds hús” – tað er Guds kirkju á jørð, har vit fyrst kunnu hugsa um okkara bygd, land og síðani út um heimin? Tí hvussu skulu tey hoyra gleðiboðskapin, um ongin er, sum sendir?

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina