Mátturin í djúpari hvílu

Hetta er eitt lítið brot, sum er tikið úr bókini Every Good Endeavor: Connecting Your Work to God’s Work, sum Timothy Keller hevur skrivað. Brotið er tillagað.

Tað er ein veruligur samanhangur ímillum arbeiði og hvílu. Sjálvandi vita vit hetta fyri ein part. Vit sleppa arbeiðnum, fyri at endurnýggja okkum og fylla á bæði likam og sinni. Hvíla, ella at halda hvíludag, er eisini við til at hjálpa okkum at hava yvirlit yvir okkara arbeiði, soleiðis at arbeiðið fær sítt rætta pláss.

Ofta síggja vit ikki okkara arbeiði í røttum ljósi, fyrr enn vit sleppa burturfrá tí, soleiðis at vit kunnu fara undir at gera annað. Tá síggja vit, at arbeiðið er ikki tað einasta í lívinum. Tá ið vit hava hetta sjónarmiðið, og vit hava hvílt okkum, kunnu vit venda aftur til arbeiðið við endurnýggjaðari orku.

Men, sambandið ímillum arbeiðið og hvílu hevur eisini ein djúpari týdning. Vit eru øll upptikin av arbeiðnum handan arbeiðið – trongdin eftir at prógva og frelsa okkum sjálvi, soleiðis at vit kunnu hava virði og samleika. Men, um vit veruliga kunnu fáa eina hvílu, sum er fylt av gleðiboðskapinum, og soleiðis verða sett í frælsi frá at upparbeiða okkum okkara egnu frelsu ígjøgnum okkara arbeið, tá hava vit eina keldu til hvíld, sum framhaldandi kann endurnýggja okkara orku, geva okkum eitt nýtt útlit og av nýggjum geva okkum eldhug.

Fyri at kunna skilja hesa djúpu hvílu, mugu vit hyggja eftir bíbilska týdninginum av hvíludegnum – fyri at kunna skilja, hvat hann umboðar og hvat endamálið við honum er.

Minst til at halda hvíludagin heilagan! Í seks dagar skalt tú starva og vinna øll verk tíni, men sjeyndi dagurin er hvíludagur fyri Harranum, Guði tínum; tá mást tú ikki vinna at nøkrum verki, hvørki tú ella sonur ella dóttir tín ella trælur ella trælkona ella fenaður tín ella útisetin, ið býr hjá tær fyri innan borgarlið tíni! Tí at í seks dagar skapaði Harrin himin og jørð og hav og alt, sum har er, og hvíldi hin sjeynda dagin; tessvegna vælsignaði hann hin sjeynda dagin og halgaði hann. (2. Mós 20, 8-11)

LES EISINI  Hvíludagur

Minst til at halda hvíludagin heilagan, eins og Harrin, Guð tín, hevur boðið tær. Í seks dagar skalt tú starva og vinna alt verk títt, men sjeyndi dagurin skal vera hvíludagur fyri Harranum, Guði tínum; tá mást tú einki verk vinna, hvørki tú sjálvur, sonur tín ella dóttir tín, trælur tín ella trælkona tín ella oksi tín og asni ella nakað dýr hjá tær ella útisetarnir innan borgarliða tína, til tess at trælur og trælkona tín mega hvíla eins og sjálvur tú. Minst til, at tú sjálvur vart trælur í Egyptalandi, og at Harrin, Guð tín, leiddi teg út haðan við sterkari hond og útrættum armi; tessvegna beyð Harrin tær at halda hvíludagin. (5. Mós 5, 12-15)

2. Mósebók 20 samantvinnar tankar um hvíludagin við skapanina. Gud hvíldi hin sjeynda dagin. Hvat merkir hetta? Tá ið Gud hvíldi aftaná skapanina, so hava vit eisini brúk fyri at hvíla. Henda raðfylgjan við arbeiði og hvílu er ikki bert til tey trúgvandi, hon er til øll, tí soleiðis er vit skapt. Bæði tað, at arbeiða ov nógv og at arbeiða ov lítið er ímóti Guds ætlan, og tí er tað skaðiligt. At hvíla er ein máti at gleðast yvir og at æra bæði Guds skaparvilja og okkara egna arbeið. At gera seg inn á javnvágina ímillum arbeið og hvílu (líkamikið, um tað er annan vegin ella hin) førir til ruðuleika í okkara lívi og í heiminum kring okkum. At halda hvíludagin er tí at hátíðarhalda, hvussu vit eru skapt.

5. Mósebók heldur fram við at knýta Guds hvíludag saman við Guds frelsu. Í vers 15 stendur: Minst til, at tú sjálvur vart trælur í Egyptalandi, og at Harrin, Guð tín, leiddi teg út haðan við sterkari hond og útrættum armi; tessvegna beyð Harrin tær at halda hvíludagin. Soleiðis verður hvíludagurin samanborin við, tá ið Ísraelsfólk vórðu loyst úr trælahaldi. Hvíludagurin minnir okkum á, hvussu Gud leiddi sítt fólk út úr eini støðu, har tey ikki vóru menniskju, men einans arbeiðsmegi hjá Farao.

LES EISINI  Tann innara javnvágin

Ein og hvør, sum ikki fær hildið Guds boð um at halda hvíludagin, er sjálvur trælur, eisini um hetta er nakað, sum hann hevur lagt á seg sjálvan. Títt egna hjarta, okkara materialistiska mentan, ella ein fyritøka sum armar út starvsfólkini ella alt hetta, kann misnýta teg, um tú ikki dugir at halda hvíludagin. Hvíludagurin er tí ein kunngerð um okkara frælsi. Hetta merkir, at tú ikki er trælur – hvørki í mun til væntanirnar frá tíni mentan, tínar familju, krøvunum frá tíni læknaútbúgving, heldur ikki fyri tínum egna ótryggleika. Tað er umráðandi, at tú hoyrir hendan sannleika og gleðist – annars kanst tú fáa ringa samvitsku, tá ið tú hvílir, og hava trupult við veruliga at kopla úr.

Boðið, um at halda hvíludagin, kom eftir, at Ísraelsfólk vórðu leidd út úr Egyptalandi. Boðið var ein eindømi inn í mentanina tá. Við boðnum gjørdist arbeiðið avmarkað, og harvið eisini eyðræningin og yvirskotið. Sjeynda hvønn dag arbeiddi ongin á markini, og sjeynda hvørt ár skuldi jørðin liggja brakk og ikki verða velt. Í fyrstuni hevur hetta óivað merkt, at Ísrael hevur verið verri fyri fíggjarliga enn grannalondini. Men, Ísrael var eitt land, har fólkini vóru fræls. Og í longdini, so eru úthvíld fólk nógv raskari og arbeiðssamari.

Vit skulu eisini hugsa um hvíludagin sum eina álitisgerð. Gud ásetti hvíludagin fyri at minna okkum á, at hann arbeiður og hvílir. Við at halda hvíludagin, so verða vit aftur og aftur mint á, at tað ikki eru vit, sum halda heiminum uppi ella sum breyðføða okkara familjum. Tað eru heldur ikki vit, sum halda okkara egna arbeiði uppi. Sjálvstøðug vinnurekandi hava serliga ringt við at trúgva hesum. Tey hava nógvar førleikar og ætlanir, men fá fólk til arbeiðis. Um tey ikki arbeiða nógv, so hendir einki. Tá er skjótt at falla fyri freistingini, at tað eru tey, sum halda sín part av skapanarverkinum uppi.

LES EISINI  Nehemia 2019 - Hjúnabandið, hvíludagurin og gevaralyndið

Men, vónandi hevur tú sæð, at Gud er har – tú ert ikki einsamallur í tínum arbeiði. Samanhangurin, sum Jesus sigur vælkendu orðini um ikki at stúra (Matt 6, 25-34) er arbeiði. Hann minnir okkum á, at hann syrgir fyri liljunum á markini, hóast: ikki tær arbeiða, ei heldur tær spinna (v. 28). Hann minnir okkum á, at vit hava nógv størri virði hjá Gudi enn liljur. Tí eiga vit ikki at stremba eftir ríkidømi og ognum við okkara arbeiði (v. 32). So um tú stúrir, tá ið tú hvílir, so er tað ikki ein veruligur hvíludagur. Hvíludagurin er ein møguleiki at grunda yvir bíbliuvers sum t.d. Matteus kap. 6 inntil djúpa hvílan kann søkka niður í títt hjarta.

Tað kann vera skjótt, at vit koma fram til niðurstøðuna, at signingin við at halda hvíludagin einans gagnar okkum sum einstakligar, tá ið vit biðja og lesa í Bíbliuni. Men, her mistaka vit okkum. Gud styrkir okkum eisini ígjøgnum felagsskapin við onnur trúgvandi. Paulus kemur m.a. við eini áheitan á tey trúgvandi: Berið byrðar hvør hjá øðrum og uppfyllið soleiðis lóg Krists. (Gal 6,2). Kortini fáa vit at vita, at Jesus vil lætta okkara byrðu (Matt 11, 28-30) og at vit skulu kasta alla okkara sorg á Gud (1. Pæt 5,7), tí hann ber okkum dag eftir dag (Sl. 68,20). So hvat skulu vit gera? Skulu vit leita til Gud fyri at finna stuðul og hjálp í okkara arbeiði, ella skulu vit leita til trúgvandi systrar og brøður? Svarið er bæði, tí tað er ofta ígøgnum samkenslu, stuðul og tileggjan frá trúgvandi vinum, at vit merkja at Gud endurnýggjar okkum og stuðlar okkum í okkara arbeiði.

Timothy Keller hevur stovnað Redeemer Presbytarian Church (PCA) á Manhattan í New York. Hann hevur eisini skrivað óteljandi bøkur, m.a. Gud for skeptikere.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina