Tann innara javnvágin

Trúgvin á syndanna fyrigeving gevur okkara lívi eina innaru javnvág, sum er av allarstørsta týdningi fyri ávøksturin í okkara lívi.

 

Eftir Gullak Hansen, sála

 

So leingi, sum vit ikki enn hava sæð, hvat tað er at vera í Kristusi, so manglar henda javnvágin, og vit hava ikki enn sæð heilt klárt, hvat tað er, sum gevur okkum yndi hjá Gudi. Vit vita ivaleyst, at tað ikki hendir við egnari kraft og gerðum, tí krøkja vit okkum til Jesus.

Men tað, sum vit styðja okkum til, er tað frelsuverkið, sum Kristus gjørdi í okkum. Vit fáa kanska gleði og troyst í tí, sum Kristus hevur gjørt fyri okkum, men hvíla í tí tora vit ikki heilt. Vissan um at vera eitt Guds barn hvílir ikki eingang í tí verki, sum Jesus gjørdi á Golgata. Tað eru Andans fruktir í okkara egna lívi og hjarta, sum geva einum vón um at vera eitt Guds barn. Tí sveiggjar henda vissan í takt við teimum andligu kenslunum. Kennir ein seg at hava hug til at biðja og lesa í Guds orði, ella kennir ein seg fyltan av heilagum tonkum og tekur frástøðu frá tí ónda, so kann ein vera vísur í, at ein stendur í náðini og hevur ongar trupulleikar við at trúgva, at Gud elskar ein.

LES EISINI  Krossfestur við Kristi

Men kennir ein seg flógvan og líkasælan, uttan hug til Bíbliu og bøn, og kennir ein, at hjartað er fylt av syndigum tonkum og hugsanum og kennir seg ikki ávirkaðan av hesum og er púra kaldur yvirfyri hesi støðuni, so er friðurin og vissan ikki til staðar.

Tað er og verður heilt annarleiðis, tá ið vit trúgva uppá syndanna fyrigeving í Jesu blóði, og tá ið vit fáa at síggja, at tað er við trúgv, vit skulu verða rættvísgjørd, og at hann eisini rættvísger tey “ógudiligu”! Tá verður vissan um okkara barnakor hjá Jesusi av heilt øðrum slag. Tí vit síggja, at tað er samfelagið við Jesus Kristus, sum gevur okkum syndanna fyrigeving, góðan tokka og yndi hjá Gudi.

Fyri at fáa samfelag við Kristus, nýtist mær bara at vera ein syndari, sum gongur í ljósinum og játtar sínar syndir (1 Jóh 1,9). Tað er hetta, sum fríar okkara innara lív frá teimum truplu sveiggjunum í okkara tilveru, so at vit ikki missa fótafetið og vissuna um, at vit eru Guds børn, tí nú síggja vit, at tað er ikki nakað í okkum sjálvum, sum kann geva okkum tokka hjá Gudi. Tað er bara í Kristusi, vit kunnu fáa tað.

LES EISINI  Krossurin – Guds kraft

Men hinvegin síggja vit eisini, at tað er ikki nakað hjá okkum, sum kann taka Guds tokka frá okkum, so leingi vit eru í Kristi Jesusi, og í honum eru vit, so leingi vit koma til hansara við okkara syndum. Tess meira vit verða eyðmýkt við at kenna okkara egna hjálparloysi aftur og aftur, tess størri er tað fyri okkum at kenna hann, sum rættvísger tann fortapta syndaran.

 

Greinin varð prentað í Trúboðanum nr. 11/2015

Spurningar