Nei, eg kann tíverri ikki hjálpa tær…

Annika Osvaldsdóttir Sørensen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

“Har du 200 kroner at give mig, som jeg kan give til mit bosted? Jeg har ikke nogen penge, kan du give mig penge?” Ljóðar tað neyðarsliga frá vesala manninum, sum kemur yvir til mín. Eg beri javnan eyga við hann her um leiðir. Eina ferð áður er hann komin yvir til mín, við hesum sama spurningi, har hann nærum noyddi meg yvir til eina sjálvtøku at taka 200 kr. út, sum eg við ringum tannabiti mátti geva honum. “Nej, jeg kan desværre ikke hjælpe dig”, hoyri eg meg sjálva siga. Hann roynir eitt sindur enn at greiða frá síni støðu við ókláru rødd síni, men eg svari aftur tað sama, “nej, desværre, jeg kan ikke hjælpe dig”. Maðurin fer avstað; víðari til næsta persón.

Eg visti ikki, hvat eg skuldi hugsa. Ein partur av mær frøddist um, at eg hevði torað at sagt nei, so eg ikki aftur varð “snýtt” at geva honum pengar eins og seinast. Samstundis hugsaði eg, at var hetta nú rætt? Hvat um maðurin veruliga var í neyð, og eg, køld og kensluleys, sýtti honum tað? Hvat akkurát var rætt og skeivt ella gott og minni gott at gera í hesi støðu, veit eg ikki. Hendingin fekk meg tó at hugsa um orðini, vit kenna so væl: Hvat hevði Jesus gjørt?

LES EISINI  Afturum Boxing Day: heiligdagurin við góðgerðum

Okkara lítlu familju tørvar onki. Samanborið við tey, sum onki hava, onki heim, ongan mat, ongin klæðir osv., so hava vit nóg mikið av øllum. Tó so, royna vit sum so mong onnur at spara og leggja pening til síðis, so at vit einaferð kunnu keypa okkara egna bústað. Hetta merkir eisini, at vit royna at lata vera við at brúka pengar til óneyðug ting – hvat tað so enn er. Er tað, at keypa mat útifrá, neyðugt ella óneyðugt ein dag, tá tú ikki hevur tíð ella orku at gera døgurða sjálvur? Er tað neyðugt ella óneyðugt at keypa hasa blusuna, tú keypti í síðstu viku? Ella er tað neyðugt ella óneyðugt at hjálpa einum næsta í neyð?

Í byrjanini, tá eg júst var flutt til Danmarkar, var eg ikki so beint fram, tá ið eg kom í slíkar støður, men eg eri helst vorðin ávirkað av samfelagnum og fólkunum rundan um meg. Tað er gott at tora at siga sína meining, men er tað ikki ein størri dygd at síggja næsta sín í neyðini og hjálpa honum? Vit hava nógv dømi um, hvussu Jesus hjálpti teimum, sum samfelagið annars hevði útihýst ella sá niður á. Vit hava t.d. kvinnuna við Sikarsbrunnin og skøkjuna, sum salvaði Jesu føtur og turkaði tær við hári sínum, sum Jesus møtir uttan fordøming, men við kærleika. Vit hava Sakeus, sum ikki tørvaði nakað, men tó var illa dámdur millum fólk, men sum Jesus møtti við blídni og vinsemi. Hesi og mong onnur møtti Jesus, sá tey og hjálpti teimum. Gævi eg sá næsta mín gjøgnum Jesu eygu.

LES EISINI  Fyrigeving og frælsi
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina