Nesvík var fult av glaðum barnarøddum
Sangfagnaðurin eydnaðist framúr væl. Tað má vera niðurstøðan eftir nakrar góðar dagar í Nesvík, har ikki færri enn 150 børn sungu og dansaðu, Gudi til heiðurs.
Yvirskipaða evnið fyri sangirnar í ár var gleði. Og tað var sprutlandi gleði við fullum blástri, tá børnini trinu á pall til tvær konsertir leygardagin. Børn og leiðarar vístu alt, sum tey høvdu vant undanfarnu tveir dagarnar.
Trúboðin var við til konsertirnar, og her sært tú myndir og filmsbrotinum frá einum góðum degi í Nesvík.